– Sambandsveljarar hava staðið spyrjandi yvir fyri ríkisfelagsskapspolitikkinum hjá Sambandsflokkinum seinastu tvey árini.
Tað sigur Edmund Joensen, sum er fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Í tíðargrein í vikuskiftisSosialinum ger hann støðuna upp, hvussu fullveldiskreftirnar hava valdið á samríkisflokkunum. Tað er serliga Javnaðarflokkin, hann viðger – og serliga leiklutin hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni Javnaðarfloksins.
Edmund Joensen sigur, at hann fegnast um formansskiftið í Javnaðarflokkinum, tá »fullveldissinnaði Jóannes Eidesgaard« varð skiftur út við tann meira sambandssinnaða Aksel V. Johannesen. Men Edmund Joensen vísir á, at Javnaðarflokkurin ríðir á tveimum hestum – helst við vilja – fyri at nápa veljarar bæði frá Tjóðvelisflokkinum og frá Sambandsflokkinum.
– Tað álvarsliga er, at samríkissinnað í Føroyum ikki vita, hvar ið Javnaðarflokkurin stendur, sigur Edmund Joensen.
– Nakað á sama hátt, sum sambandsveljarar seinastu tvey árini hava staðið spyrjandi yvir fyri ríkisfelagsskapspolitikkinum hjá pørtum av Sambandsflokkinum. Samanumtikið ber hetta í sær, at fullveldiskreftirnar hava meira ella minni frítt spæl í einum landi, sum hevur harðliga brúk fyri stabiliteti og tryggleika, sigur Edmund Joensen, sum samstundis ger greitt, at hesi bæði viðurskfitið eru tryggjað í ríkisfelagsskapinum.
Niðurstøðan hjá honum er, at nú er brúk er fyri erligum og greiðum útmeldingum á sambands og samríkisvonginum í Føroyum.
e-blaðið hjá Sosialinum kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER










