Serstakasti luturin, sum verður seldur á stóru uppboðssøluni leygardagin til frama fyri Herbergið hjá Frelsunarherinum er helst fullveldiskotið hjá Høgna Hoydal.
Høgni Hoydal hevur, síðani hann gjørdist landsstýrimaður, nýtt føroyska kotið sum eitt slag av eyðkennismerki fyri seg og sín politikk. Hann eigur tvey sokallað fullveldiskot. Annað hevur omma konu hansara, Hanna Lindenskov, sjálv vevað og latið honum sum gávu. Hitt hevur hann keypt.
Kotið, sum Høgni Hoydal hevur latið Frelsunarherinum, er kotið, sum hann sjálvur hevur keypt. Hitt kotið vildi hann ikki lata, tí talan var um eina persónliga gávu frá ommu konuna, sum hann virðismetir høgt. Hetta kotið, ætlar hann, framvegis skal vera ímynd fyri seg og sín politikk.
? Men eg vildi fegin lata hitt kotið, tí talan er um eitt vælgerandi endamál, sum eg vil stuðla so nógv, sum eg kann.
Undirhaldssending
Uppboðssølan er skipað sum ein 7 ? 8 tíma long undirhaldssending, sum verður send í Rás 2 leygardagin. Á skránni verður umframt uppboðssøluna, musikcafé, tónleikur, sangur og annað skemt. Vertir í sendingini vera Óla Jákup Rólantson og Somme Smith.
Umframt fullveldiskotið hjá Høgna Hoydal og sloyfuna hjá Óla Breckmann verða eisini aðrir lutir við tilknýti til politiska lívið í Føroyum seldir á uppboðssøluni. Løgmaður hevur latið eitt sigerað eintak av Hvítubók við fylgisskjølum og Tórbjørn Jacobsen hevur latið ein tummastokk.
Afturat politisku lutunum hava kend listarfólk latið listarverk til uppboðssøluna. Millum listarfólkini eru Ingálvur av Reyni, Eyvindur Mohr, Amariel Norðoy, Kári Sverrisson, Eyðun av Reyni og Bibi Sigmundardóttir.
Uppboðssølan er soleiðis skipað, at umleið hálvan hvønn tíma verður kunngjørt, hvat boðið er uppá ymisku lutirnar. Hamarin fellur á midnátt.