Fullveldisbókin: Avdúkar meira enn hon átti

- Tað er sera áhugavert at lesa um eitt politiskt evni frá einum, sum arbeiddi við tí, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.

Tað er ikki hvønn dag, at politisk evni verða lýst av fólki, sum vóru mitt í vavgreytinum, tá ið evni varð viðgjørt. 

 

Sjúrður Skaale var embætismaður í Tinganesi, tá ið fullveldissamráðingarnar vóru í hæddini um ár 2000 og í nýggjari bók avdúkar hann nógv áhugavert, sum hevur verið loyniligt áðrenn. 

 

Sjúrður Skaale fer langt og kanska longri enn hann eigur, men tað er guff fyri okkum journalistar at lesa hetta, heldur ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra hvat Eirikur Lindenskov segði við Rás2 tíðindini á middegi.