Góði Kristian!
Nú skal eg ikki troytta fólk meir við hesum, men eg haldi eg skyldi tær svar uppá tað, tú skrivar í tínum góða og sakliga brævið til mín í gjár. Tú sigur m.a. at áðrenn uppskot Javnaðarfloksins um sjálvstýrislóg varð orðað og almannakunngjørt, var tað væl og virðiliga viðgjørt í flokkinum, og at tingmanningin síðani hevur kjakast við flokslimir og onnur áhugað um uppskotið.
Tað er óført. Tað er tann rætti mátin.
Men tá politikkur Javnaðarfloksins á hesum økinum er so væl vendur og snaraður, so skilji eg enn minni, at hann er so ósamanhangandi, so fullur av mótsøgnum og so órealistiskur, sum hann er.
Heldur flokkurin hinvegin at tykkara ætlan kann setast í verk, so mugu tit eisini greiða frá, hvussu tað kann gerast. Tað hevur eingin gjørt enn. Og tí ber illa til at koma til aðra niðurstøðu enn, at tit lova veljararunum nakað, sum tit ikki kunnu geva teimum. Og at tykkara politikkur bara fer at gera okkara fløktu og ótryggu ríkisrættarligu viðurskifti enn fløktari og enn ótryggari.
Og tað er ikki gott fyri nakað ? heldur ikki stevnumið Javnaðarfloksins á øðrum økjum.
Stuðlið heldur
Hinvegin stuðla fýra flokkar nú eini ætlan, sum hevur til endamáls at skapa greiðar juridiskar linjur millum Føroyar og Danmark og tryggja, at Løgtingið fær evsta vald yvir Føroyum.
Tá tað er hent, verða vit javnsett Danmark og øðrum londum. Og tástani kunnu vit samstarva við bæði Danmark og onnur lond sum líkamenn og á øllum økjum.
Hví vil Javnaðarflokkurin ikki verða við? Eg hevði skilt tað, um orsøkin varð, at hann var ímóti endamálunum. Men tað er hann ikki. Tað eru júst hesi mál, hann sigur seg vilja náa. Eg hevði eisini skilt flokkin, um hann hevði ein betri og meira realistiskan máta at náa hesum endamálum. Men tað hevur hann heldur ikki.
So einaferð enn: Javnaðarflokkurin skuldi arbeitt fyri sínum egnu málum og stuðlað sjálvstýrisætlanini, heldur enn at verið ímóti henni.
Fyri tað fyrsta tí tað er skeivt at siga seg umboða eina loysn, sum ikki kann fremjast.
Fyri tað annað tí tað á avgerandi hátt kann skaða okkara samráðingarstøðu tá vit skulu tingast um skiftistíðina, um Javnaðarflokkurin ikki stuðlar. Og tað er álvarsamt. Tí fáa vit ikki eina góða avtalu, dettur alt á gólvið. Og dettur alt á gólvið, enda vit aftur í hesi somu fløkjuni. Vil Javnaðarflokkurin taka ábyrgdina av tí?
Kongshúsið
Tú spyrt meg eisini hvat eg haldi um, at kongshúsið skal vera ein institutión í fullveldinum. Upp á ein máta haldi eg tað vera nakað tvætl. Men hinvegin - vit hava havt 600 ár felags við Danmark. Tað, tey hava borið við sær fer ongan veg, fyri tað um føroyingar gera av, at nú vilja vit ráða okkum sjálvum.
Og kanska kann eitt felags kongshús síggjast sum eitt tekin um, at Føroyar framhaldandi ynskja at hava gott og tætt samband við Danmark - bæði politiskt, mentunarliga og búskaparliga. Men sum javnsett lond. Júst so, sum Javnaðarflokkurin ynskir tað.
Sjúrður Skaale