Fullveldið útsett 12 ár

Fólkaatkvøða verður seint í mai í ár. Tá verða vit føroyingar spurdir, um vit taka undir við, at málsøki verða yvirtikin og blokkstuðulin niðurlagaður, til vit á fólkaatkvøðu í 2012 taka støðu til, um vit ynskja fullveldi

Løgmaður, Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø samdust seint mikukvøldið um uppskotið um fólkaatkvøðu um sjálvstýrisleistin.

Úrslitið av hørðu togtoganini millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin á øðrumegin og Tjóðveldisflokkin hinumegin gjørdist, at spurningurin um føroyskt fullveldi er fluttur fram til 2012. Tá skulu vit á fólkaatkvøðu taka støðu til, um vit ynskja fullveldi ella ei.

Ætlaða fólkaatkvøðan um ein leist fram ímóti fullveldinum ? tann sokallaða sjálvstýrisleistin ? verður seint í mai í ár. Tá skulu vit svara, um vit taka undir við, at landsstýrið miðvíst arbeiðir við at yvirtaka øll málsøki, sum ikki eru ríkismál eftir einum føstum leisti. Samstundis skal blokkstuðulin niðurlagast eftir einum føstum leisti hesi árini.

Støða skal sostatt ikki takast til sjálvan spurningin um føroyskt fullveldi fyrr enn einaferð í 2012.


Gera avtalu við danir

Landsstýrið hevur seinastu tíðina arbeitt við at fáa málsøkini í sokallaða lista B í heimastýrislógini flutt yvir á lista A, so tey lættari kunnu yvirtakast. Tað er nevniliga so, at løgtingið sjálvt kann gera av, nær tað tekur yvir málsøki á lista A, meðan landsstýrið má samráðast við danir, tá málsøki á lista B skulu yvirtakast.

Enn eru landsstýrið og danska stjórin ikki komin til nakað endaligt úrslit í hesum samráðingunum um tekniskar broytingar í heimastýrislógini. Men tað ljóðar úr Tinganesi, at ein avtala møguliga fyriliggur seint í næstu viku ella tíðliga í komandi viku.

Fæst ein slík avtala í lag, og verður hon samtykt á Fólkatingi og í Løgtinginum, verður lættari at yvirtaka málsøki eftir einum føstum leisti fram til 2012.

Tískil kann væntast, at tað fer at bera til at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál til hesa ásettu tíð.


Nýggjar samráðingar

Sjálvstýrisætlanin hjá landsstýrinum inniber eftir teimum upplýsingum, Sosialurin hevur fingið úr Tinganesi, at landsstýrið aftur skal sessast við samráðingarborðið saman við dønum í 2012.

Tá skulu vit samráðast um, hvussu vit skulu yvirtaka ríkismálini, ella um tað ber til at gera eitt slag av felagsskapi millum Føroyar og Danmark, soleiðis at føroyingar fáa uttanríkispolitiskt vald, men kortini samstarva um til dømis dómsvaldið.

Tað er heilt greitt stórur munur á hesi nýggju ætlanini og fullveldisætlanini, sum landsstýrið upprunaliga fór undir. Á fyrsta samráðingarfundinum við danir um føroyskt fullveldi 17. mars í fjør legði landsstýrið í sáttmálauppskoti sínum upp til, at Føroyar og Danmark skuldu gera eina avtalu um, at Føroyar skuldu fáa fullveldi sum skjótast, men kortini fáa blokkstuðul 15 ár afturart. Eisini vildu føroyingar, at danir skuldu hjálpa fullveldinum Føroyar at umsita málsøki, til vit kláraðu tað sjálv.

Føroyingar vildu tá hava fullveldi og síðani skiftistíð. Nýggja ætlanin inniber skiftistíð og síðani fullveldi.



Súltaðu sjálvsavgerðarrættin

Tað hevur leikað hart á í samgonguni seinastu dagarnar. Serliga hevur ósemja verið um, hvørt landsstýrið skal leggja fyri tingið eitt uppskot um at staðfesta, at Føroyar eru tjóð og hava sjálvsavgerðarrætt. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava verið ímóti hesum, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur vilja fingið staðfest sjálvsavgerðarrættin.

Eftir, at samráðingarnar við danir slitnaðu 26. oktober í fjør, boðaði løgmaður frá, at hann eftir viðgerð í uttanlandsnevnd løgtingsins fór at boða ST frá sjálvsavgerðarætti føroyinga. Men alt bendir á, at hann nú hevur broytt meining og hevur fingið Tjóðveldisflokkin at súlta ætlanina um at staðfesta sjálvsavgerðarrættin.

Landsstýrið hevði á døgurða í gjár fund við andstøðuna um sjálvstýristilgongdina, og í gjárkvøldið, eftir at Sosialurin var farin til prentingar, var tíðindafundur um ætlanina.