Fullveldi og borgarlig ganga aftur

Tað hevði hvørki verið ein fullveldissamgonga ella ein borgarlig samgonga, um vit roknað út frá veljarakanningini hjá portal.fo til fólkatingsvalið.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kundu skipað eina tvíflokkasamgongu við 18 tingsessum.

Tað hevði verið fyrstu ferð síðani 1991, og bara aðru ferð nakrantíð, at vit høvdu havt eina tvíflokkasamgongu. Tann næstseinasta varð skipað í 1950 millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.

Men veljarakanningin vísir eisini, at sitandi borgarliga samgonga hevði fallið, hóast Sambandsflokkurin hevði fingið eina góða framgongd. Av tí at Fólkaflokkurin og Miðflokkurin høvdu mist, so hevði samgongan fallið.

Ein fullveldissamgonga hevði heldur ikki borið til. Teir fýra flokkarnir, sum rópa seg fullveldisflokkar, Fólkaflokkurin, Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin (sum ikki er við í kanningini tí hann stillar ikki upp til fólkatingsvalið) og Miðflokkurin høvdu fingið tilsamans 14 tingsessir. Tað eru tríggir sessir frá at kunna skipa samgongu.

CEF samgongan, sum sat frá 2015-2019 hevði aftur havt meiriluta. 

So er spurningurin, um Javnaðarflokkurin hevði viljað skipað samgongu saman við Tjóðveldi og Framsókn ella saman við Sambandsflokkinum. 

Ein tvíflokkasamgongu hevur helst altíð størstan áhuga, um hon er gjørlig.

Men vit skulu sjálvandi minnast til, at talan bara er um eina kanning – og eina kanning til fólkatingsval, sum ikki altíð samsvarar við løgtingsval. 

Kanska vit ein av døgunum fáa eina kanning í sambandi við løgtingsval.