Fullveldi her og nú ? ella vælferð fyri fólkið!

Okur føroyingar noyðast nú at velja ímillum: »fullveldi her og nú« ? ella »eitt føroyskt vælferðarsamfelag fyri fólki«. Peningur er ikki til bæði.

 

Prísurin fyri fullveldi er, at vælferðin sindrast og ótryggleikin veksur. Tað síggja vit í dag. Meðan fullveldissamgongan rósar sær av stórum yvirskoti á fíggjarlógini og fullum landskassa, so versna vælferðarviðurskiftini alsamt á flestu økjum í føroyska samfelagnum: bæði á heilsuøkinum, skúlaøkinum, umsorgarøkinum og pensiónsøkinum, og nógvar familjur fáa ikki endarnar at røkka saman fíggjarliga. Fólkapensiónin røkkur ikki til at halda hús fyri. Alt meðan vit hava hákonjuktur.

Hetta er prísurin fyri fullveldispolitikkin og bert byrjanin, tí tað kann gerast nógv verri, verður hesin politikkur ikki steðgaður. Loysing her og nú er óneyðug, tí eingin í Danmark hóttir okkum føroyingar.

Fólkaatkvøðu tordi landsstýrið ikki at halda ? latum okkum nú greitt vísa frá okkum loysingarpolitikkin, men siga ja til vælferð Føroya fólks.

Hetta gera vit best við at velja Javnaðarflokkin, sum vil savna føroyingar um eina nýggja rúmliga skipan í ríkisfelagsskapinum, sum gevur okkum føroyingum meiri sjálvstýri, uttan at vit missa fyrimunirnar við ríkisfelagsskapinum. Uppskotið um sjálvstýrislóg er tilboð til allar flokkar at samstarva um.

Javnaðarflokkurin fer ikki at senda hundraðtals milliónir aftur til Danmarkar, men ístaðin at leggja okur í at fremja tiltøk fyri fólkið:

1. økja samhaldsføstu pensiónina til kr. 10.000 fyri støk og kr. 16.000 fyri hjún.

2. byggja heim til eldri við 160 røktarheimsplássum yvir 4 ár.

3. betra bústaðarviðurskiftini hjá teim førleikaskerdu føroyingunum beinanvegin.

4. uppprioritera skúlaøkið, tí børnini og tey ungu eru framtíð Føroya.

5. syrgja fyri neyðugum játtanum til heilsuverkið, so vit øll kunnu kenna okkum trygg, tá sjúka rakar.

6. Og Javnaðarflokkurin veit, at einskiljing ? privatisering ? er ikki einasta loysnin á trupulleikunum ? tvørturímóti. Privata vinnulívið skal hava rímuligar treytir at virka eftir, sjálvandi, men tað eigur ikki at loysa almennar uppgávur.


Flest okkara, sum nú liva, minnast aftur til 6. okt. 1992. Tá var tað eingin, sum tosaði um privatiseringar sum einasta loysnin av samfelagstrupulleikum. Nei, nú máttu Palleba og Marsanna taka um endan.

Tí eru fleiri fyritøkur almennar í dag. Nú er stundin komin til at geva Palleba og Marsannu lønina aftur fyri at bjarga samfelagnum í 1992.

Tí sigur Javnaðarflokkurin: fólkið fyrst!

Veljarar í Sandoyar valdømi og annars um alt Føroya land: Farið á val og veljið ein sterkan Javnaðar-flokk. Javnaðarflokkurin setur ikki vælferð Føroya fólks upp á spæl í ríkisrætt-armálinum við Danmark.

Gott val!