Fyrsta viðgerð av uppskotinum til samtyktar um nýggju sjálvstýrissemjuna hjá samgonguni verður í løgtinginum í dag.
Sambært viðmerkingunum til uppskotið, eru árligu útreiðslurnar hjá Føroyum hækkaðar við góðari milliard, tá Føroyar hava fingið fullveldi.
Landsstýrið roknar við, at fyrisitingarligu útreiðslurnar á føroysku fíggjarlógini hækka við 164 milliónum, tá øll málsøki uttan ríkismál eru yvirtikin. Tá Føroyar eru vorðnar fullveldisríkið og ríkismálini tískil eisini eru yvirtikin, roknar landsstýrið við, at fyrisitingarligu útreiðslurnar hækka við umleið 40 milliónum afturat. Tað vil siga, at útreiðslurnar til fyrisiting tilsamans eru hækkaðar við umleið 204 milliónum, tá fullveldi er vorðið veruleiki.
Blokkurin burtur
Samgonuflokkarnir eru samdir um, at blokkstuðulin úr Danmark skal minka við 300 til 400 milliónum 1. januar næsta ár. Síðani skal blokkstuðulin minka so líðani ár um ár.
Blokkstuðulin ella heildarveitingin úr Danmark er í løtuni 993,4 milliónir krónur um árið. Tískil eru 993,4 krónur færri í inntøkum hjá landskassanum, tá blokkstuðulin er minkaður burtur í einki.
Tá henda upphædd verður løgd afturat metta fyrisitingarliga kostnaðinum av at yvirtaka øll málsøki, kunnu vit siga, at føroyska samfelagið verður umleið 1,2 milliardir dýrari fyri landskassan at reka, tá Føroyar eru vorðnar fullveldisríki.
Hesin meirkostnaðurin verður kortini ikki tveittur yvir høvdið á føroyska skattgjaldaranum í einum. Sokallaða uppskotið til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks leggur upp til, at málsøki so við og við verða yvirtikin eftir einum føstum leisti fram til 2012, og at vit taka yvir fyrisitingarliga kostnaðin av ávísu málsøkjunum, so hvørt vit yvirtaka tey.
Somuleiðis skal blokkstuðulin minka árliga til einki er eftir, men kortini ætlar landsstýrið at høgga burtur meira enn ein triðing av blokkstuðulinum longu 1. januar næsta ár.
Búskapargrunnur bjargar
1,2 milliardir í meirútreiðslum er nógv fyri Føroyska samfelagið. Tí inniheldur uppskotið hjá landsstýrinum ein búskapargrunn, sum tryggjar javnvág í føroyska búskapinum.
Búskapargrunnurin er enn ikki settur á stovn, men skal virka frá 1. januar 2001, tá blokkstuðulin minar við 300 til 400 milliónum krónum.
Landsstýrið ætlar, at búskapargrunnurin skal kunna rinda 700 milliónir krónur inn í landskassan til fíggjarlógina næsta ár. Síðani skal grunnurin rinda eina fasta upphædd í landskassan fram til 2016. Landsstýrið roknar við, at útgaldið úr búskapargrunninum tilsamans í mesta lagi verður 5,25 milliardir krónur.
Enn er ikki ein króna í búskapargrunninum, og hann er heldur ikki settur á stovn. Men landsstýrið ætlar at fáa hann settan á stovn sum skjótast, og síðani skulu allar serinntøkur landskassans beinast í búskapargrunnin, umframt at almennar ognir skulu seljast, fyri at fáa pening í búskapargrunnin.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, vísir í sjálvstýrisuppskotinum á, at yvirskotsgjaldførið hjá landskassanum verður roknað sum innlán í Landsbanka Føroya, ið er oman fyri lóarásetta minstainnlán landskassans í Landsbankanum. Tað vil siga, at yvirskotsgjaldførið er tann upphæddin, sum inntøkur landskassans eru oman fyri markið fyri kravið, sum Landsbankin setur.
Minstainnlánið fyri 2001 er 1.215 milliónir krónur, men er í miðar higartil 1.900 milliónir. Tískil er talan um eitt yvirskot, sum kann fara í búskapargrunnin. Verður talan um slíkt yvirskot onnur ár eisini, verður tað somuleiðis flutt búskapargrunninum. Harumframt væntar landsstýrið at fáa nógvan pening í búskapargrunnin við sølu av almennum ognum.
Andstøðan hevur víst á, at hon ikki metir hetta sum eina skilagóða ætlan. Heilt einfalt tí, at hon metir ikki roknistykkið hanga saman.










