Fullveldi fram fyri fólkapensión, sigur samgongan

Ríkisfelagsskapurin verjir vælferðina - og fólkapensiónina, sigur Sambandsflokkurin.

 

Undir hesi samgonguni er tað ferð eftir ferð staðfest, at um valið er millum fullveldi og at gera okkurt skilagott her heima á klettunum, so hevur samgongan valt fullveldi. Og tað sær út hareftir.

Nú gremur eitt valevni hjá Tjóðveldisflokkinum seg um at fólkapensiónin er lægri enn í Danmark og at hetta líkist ongum. Hesum kunnu vit øll geva honum rætt í, men hví hevur hann og hansara flokkur, Tjóðveldisflokkurin, einki gjørt við hetta? Teir hava nú sitið 3? ár við ræðið og hava havt fram úr góðar fíggjarligar møguleikar fyri at gera okkurt við trupulleikarnar, men nei, teir hava sett peningin á bók í staðin m.a. tí at teir ikki sjálvir trúgva upp á fullveldisprojektið. Eitt sum heild niðurpínt land, tí samgong-an helst í heimildarloysi hevur uppkravt ein okursskatt til at leggja í grunn í staðin fyri at brúka hann til rakstur av samfelagnum. Skúlar, sjúkrahúsverkið, eldraøki, allar røktarskipanir skríggja eftir hjálp hvør á sínum øki. Alt til fánýtis, tí samgongan skal hava sítt fullveldi.

Sambandsflokkurin tvíheldur um ríkisfelagsskapin, tí í honum hava vit nógv størri møguleikar fyri at menna okkara samfelag - harundir at skaffa okkara eldru eina virðiliga fólkapensión. Vit eiga ikki at sleppa hesum fyrimunum uttan víðari.

Ein atkvøða fyri Sambandsflokkin er ein atkvøða fyri ríkisfelagsskapinum og fyri íløgur í framhaldandi vælferð.

Veljið Sambandsflokkin!