Fullveldið fær hart skot fyri bógvin

JAVNAÐARFLOKKURIN hevði landsfund í Skopun um mikuskiftið. Tá gjørdi flokkurin sína støðu púra greiða um framtíðar støðu Føroya. Flokkurin er ikki til at vika, tá tað snýr seg um fullveldi. Flokkurin vil hava økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Hetta er uppskot hansara um eina sjálvstýrislóg. Formaður floksins fekk fulla undir tøku fyri hesi støðu frá teimum fólkunum, sum vórðu komin á landsfund. Í landsfundarsamtyktini stendur m.a.: at landsfundurin staðfestir, at trygg, rúm og greið ríkisrættarlig viðurskifti eru treyt fyri, at floksins politisku mál verða rokkin. Tí tekur landsfundurin fult og heilt undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at broyta ríkisrættarligu støðu Føroya við eini sjálvstýrislóg og einum samstarvssáttmála í ríkisfelagsskapi við Danmark. (Sí yvirlýsingina aðrastaðni í heiminum)

NÚ hava so báðir teir stóru andstøðuflokkarnir ?meldað? út, hvat teir halda um Hvítubók, og hava enn einaferð givið sítt boð uppá, hvussu framtíðar støðan skal vera millum Føroyar og Danmark.


SAMBANDIÐ spældi út fríggjadagin. Niðurstøðan hjá flokkinum er tann, at Hvítabók er eitt vónbrot, hon setir fleiri spurningar enn hon gevur svar, trúvirði í bókini er ivasamt, niðurstøðurnar eru alt ov bjartskygdar og hon tekur ikki vandamálini við í nóg stóran mun. Samband er best, og gerast Føroyar fullveldi verða tær eftirbátar so tað stendur eftir sigur sambandsflokkurin.


JAVNAÐARFLOKKURIN hevði landsfund í Skopun um mikuskiftið. Tá gjørdi flokkurin sína støðu púra greiða um framtíðar støðu Føroya. Flokkurin er ikki til at vika, tá tað snýr seg um fullveldi. Flokkurin vil hava økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Hetta er uppskot hansara um eina sjálvstýrislóg. Formaður floksins fekk fulla undir tøku fyri hesi støðu frá teimum fólkunum, sum vórðu komin á landsfund. Í landsfundarsamtyktini stendur m.a.: at landsfundurin staðfestir, at trygg, rúm og greið ríkisrættarlig viðurskifti eru treyt fyri, at floksins politisku mál verða rokkin. Tí tekur landsfundurin fult og heilt undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at broyta ríkisrættarligu støðu Føroya við eini sjálvstýrislóg og einum samstarvssáttmála í ríkisfelagsskapi við Danmark. (Sí yvirlýsingina aðrastaðni í heiminum).


GESTARØÐARI hjá Javnaðarflokkinum hesaferð var eingin minni enn næstformaðurin í danska javnaðarflokkinum, Ole Stavad. Røðan hann helt var ikki ein gestarøða vit eru von við á slíkum fundum, har tað verður tosað um veður og vind og lukkuynski av ymsum slag. Hetta var í veruleikanum ein álvarsrøða. Niðurstøðan í henni hálaði teppið undan fullveldisæt-lanunum hjá samgonuni, um ein kann siga tað so. Boðini frá einum av oddamonnunum í sjálvum stjórnarflokkinum vórðu krystalklár: danski javnaðarflokkurin fer ikki at góðtaka eina skiftistíð uppá 15 til 20%, sum er tað, ið samgongupolitikarar hava lagt upp til, og sum eisini er ein av teimum avgerandi fortreytunum undir allari Hvítubók. Við hesum orðunum er greitt, at bæði størsti stjórnarflokkur og størsti andstøðuflokkur í Danmark eru samdir, tá tað snýr seg um um skiftistíðina, ið er ein av høvuðsfortreytunum fyri allari fullveldisætlanin og harvið eitt dygt skot fyri bógvin á fullveldinum.