Fullveldi er ikki loysing ella tjó_veldi

:)

Javna_artingma_urin Hans Pauli Strøm sigur í blø_unum um dagarnar, at ein sjálvsagdur táttur í strí_num fyri einum samhaldsfstum samfelag - fyri samfelagsligum frælsi ? er, at vit tjó_skaparliga eisini vilja (mín her_ing) standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini rá_a okkum sjálvum til fulnar.


Hetta eru væl vald or_, i_ Javna_arflokkurin átti at tiki_ til eftirtektar og enn meira víst í verki, at hann stu_lar og kann taka undir vi_.


Tíverri kann Hans Pauli ikki bara sær at koma vi_ einari ke_iligari undanførslu, har hann roynir at greina, hví tey í Javna_arflokkinum ikki vilja taka fullu ábyrgdina av føroyska samfelagnum nú.


Tey ásanna, sigur Hans Pauli, at vit hava ikki allar tær búskaparligur og fyrisitingarligu fortreytirnar, sum skulu til. Men hann skundar sær at skoyta uppí, at tí er fyrsta stigi_, at vit mi_víst (mín her_ing) fara eftir at útvega okkum tær, og at vit nú (mín her_ing) fara at leggja grundarlagi_, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á.


Eg standi málleysur. Hvar í ver_ini hevur Hans Pauli veri_ hesi bæ_i seinastu árini? Ongantí_ á_ur í Føroya politisku søgu hevur veri_ gjørt eitt so dygdargott og mi_víst arbei_i at greinar allar teir fyrimunir og vansar, i_ kunnu standast av, at Føroyar gerast fullveldi. Ongantí_ á_ur í søguni hava fortreytirnar ? bæ_i búskaparliga og fyrisitingarliga ? veri_ so gó_ar, sum júst nú.


Eg skilji Hans Paula og hansara fólk, tá tey siga, at vit ikki hava allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytirnar í dag fyri einum 100% tjó_veldi (minnist til: tjó_veldi). Her hava fólk sín fulla rætt at vera ivasom. Men ta_ er heldur ikki hetta, sum landsst_ri_ vil. Nettupp fyri at ganga teimum ivasomu veljarunum (t.e. eitt nú javna_arfólki sum heild) á møti, hevur landsst_ri_ valt at royna at gera ein fullveldissáttmála vi_ Danmark, solei_is, at øll tey ríkisrættarligu bondini ikki ver_a kvett eftir einum degi. Og her hava bæ_i Javna_arflokkurin og Sambandsflokkurin havt ríkiligt høvi at gera sína ávirkan galdandi. Ísta_in valdu teir at seta seg upp aftur á og kverulera. Tíverri er einki konstruktivt komi_ undan kavi frá teimum enn.


Fyri Sambandsflokkin var ta_ altí_ væntandi ? har hevur veri_ hildi_ aftur vi_ øllum, sum bar brá av at vera av frambur_i fyri Føroyar. Sambandsflokkurin er og ver_ur ein einkisigandi NEI-flokkur, sum frá byrjan av valdi at ganga taparalei_ina. Og nú fullveldi gerst veruleiki fer hann eisini at ásanna, at so er. Hann skuldi aldrin veri_ uppfunnin, fara fólk at siga um nøkur fá ár.


At Føroya Javna_arflokkur skuldi útgera seg vi_ somu einkisigandi hugsjónum hev_i eg ikki droymt um. Afturhaldi_ í Javna_arflokkinum hevur nú at kalla yvirhála_ ta_ í Sambandsflokkinum, og tá er illa statt í Føroyum.


Endamáli_ vi_ einum fullveldissáttmála er at menna føroyska búskapin og fyrisitingarverki_. Ta_ ver_ur gjørt vi_ einari sonevndari skiftistí_. Nú hava danir sagt 3-4 ár. Persónliga havi eg einki ímóti tí ? eg eri sannførdur um, at ta_ gongur eisini. Fyri teir ivandi veljararnar tykist hetta tí_arskei_, mentalt at vera í styttra lagi. Her átti Føroya Javna_arflokkur at veri_ meira virkin og hjálpt betur til ? fyrr í fullveldisgongdini ? um so er, at hann heldur at 3-4 ár eru ov stutt skiftistí_.


Hans Pauli Strøm sigur, at Javna_arflokkurin ikki loypir eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri vi_ skerdum samfelagsligum frælsi. Her vantar grundgeving, Hans Pauli. Ella hevur tú gloymt, at øll tann politiska fyrisitingin í Føroyum, vi_ Føroya Javna_arflokki á odda, var_ sett undir umsiting av einari danskari javna_arstjórn, i_ setti har_ar treytir og leg_i seg beinlei_is út í føroyskan fiskivinnu- og fíggjarpolitikk. Her var talan um skert politiskt frælsi so ta_ stó_ eftir í. Ikki fyrr enn 5 ár seinni ? tá hugsjónarloysisflokkurin hjá Edmundi Joensen, sum hev_i rátt fyri borgum í næstan 4 ár, m.a. saman vi_ Javna_arflokkinum, var_ vraka_ur í landsins lei_slu ? fingu vit sett tær avmarkandi treytirnar frá dønum úr gildi. Ikki fyrr enn føroyski veljarin tók seg um reiggj og gav tí svarta afturhaldinum durafjór_ingin í Tinganesi, fór aftur at bragda í politiska lívinum í Føroyum.


Sjálvt danir sóu álvaran aftan fyri ynskini frá føroyska veljaranum og gingu vi_ til at samrá_ast vi_ føroyingar um fullveldi (hvørki loysing ella tjó_veldi, tí tá hev_i, sum ført hevur veri_ fram, einki veri_ at samrá_st um) vi_ eini búskapartryggari tillagingartí_.



John Dalsgar_

Velbasta_ vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.


Vit hava góðar fortreytir

Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.

Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.

Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.

Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.

Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.

Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum