Fullveldi í beriposa (Frælsi í dós)

    

Nú pressan boðar frá, at landsstýrissamgongan er samd um, at neyðugt er at leggja avgjald á beriposar fyri at bjarga inntøkur til landskassan, má botnurin verða náddur.
Hesin fittligi beriposin, sum hereftir blívur ein avgjaldsposi skal geva landskassanum 5 milliónir, og sum skilst so hevur hvør flokkur í sínum lagi leita dúgliga fyri at finna okkurt annað at koyra í avgjaldsposan. Higartil hava tey funnið drops, karamellir og sodavatn at koyra í posan og á tann hátt fáa nakrar milliónir frá fólki til landskassan at dekka eitt hall á fíggjarlógini við.
Í januar fekk hvørt húsarhald ein eykaskatt uppá 500 kr. í sjónvarpsgjaldi, umframt eitt eykagjald (serliga ætla barnafamiljum) tá politisk avgerð var tikin um at hækka mjólkaprísin útvið 1 kr. pr. litur.
Samtíðis var útgjaldið frá barsilsskipanini lækka, serliga til tey tímaløntu.
Tað er ófatiligt at fólkaflokkurin gongur við til slíkar eykaskattir, serliga tá hettar verður gjørt í eini tíð har nøgdirnar av fiski ið veiddar verða ongantíð hava verið størri enn tað sama, harumframt verður laksur í stórum nøgdum seldur av landinum.
Væl eru hvørki fiskaprísir ella laksaprísir naka at reypa av. Men harífrá og so til at seta krepputiltøk við eykaskatti í verk skal verða máti við.
Sjálvandi kann tjóðveldið ikki liva við eini fíggjarlóg, sum gevur hall slík inntøkuár.
Man kundi trú at fólkaflokkurin var væl fyri at staði ímóti avgjaldskravinum hjá tjóðveldinum við einum so frálíkum høgra bakki, sum sjálvstýrisflokkinum ? men gakk.
Áhaldandi hava fullveldismenn og kvinnur roynt at fortelja Føroya Fólki at rikni fullveldispolitikkurin slettis ikki fór at merkjast hjá nøkrum. Við aðrir sum hava roynt at muta ímóti, hava verið róptir ræðuskítar, svarsíggjarar og tað ið verri er.
Bæði herheima og úr fullveldismiðstøðini í London hava rakstrarrópini verði hesi "Bíða bara, tað fara at koma nýggir spírar upp úr jørðini, bara sloppið verður av við blokkin".
Hvussu hevur so gingist við teimum nýggju spírunum, nú 5 ár eru liðin síðani amboðskassin var opnaður, jú framvegis eru 99% av okkara útflutningi fiskur ? og enntá fer meira óviðgjørdur fiskur av landinum nú enn nakrantíð fyrr.
Ístaðin fyri áhaldandi dagligt stríð í samgonguni, so mátti tað verið onkur, sum heldur tók trupuleikan upp við tí nógva óviðgjørda fiskinum, ið fer av landinum. Er tað eingin í samgonguni, ið sær álvaran í at halda fram við sigldu fullveldiskósini tá tað er komi hartil at eykagjald á berposar er ein partur av bjargingini.
Tað verða helst fleiri enn eg, ið fara at lata beriposan liggja í frið í handlunum nú hann framyvir skal tryggja fullveldisgongdina.