Fullveldi aftur á breddan

Stevnan frá 1948 er hin sama, men stevnumiðini eru dagførd og savnað í bóklingi. Harvið er flokkurin væl brynjaður til komandi valstríð, metir Høgni Hoydal

Stevnan frá 1948 er hin sama, men stevnumiðini eru dagførd og savnað í bóklingi. Harvið er flokkurin væl brynjaður til komandi valstríð, metir Høgni Hoydal.

 

Tjóðveldi legði fyrrapartin fram ein bókling á 60 síður, sum í 11 punktum lýsir dagførdu stevnumið floksins.

 

Fleiri enn 100 fólk í Tjóðveldi hava síðstu tvey árini arbeitt við at orða ein dagførdan politikk, sum bæði er trúfastur móti stevnu floksins frá 1948 og samstundis hevur ítøkilig boð uppá dagsins politikk.

 

Undir yvirskriftini ”Frælst fólk í frælsum landi” vil Tjóðveldi fremja loysingina eftir sonevndu tjóðfundar-leiðini. Ein fólkavaldur tjóðfundur skal orða eina nýggja grundlóg, sum síðani skal til fólkaatkvøðu.

 

Stevnumiðini fevna harumframt um búskaparpolitikk, vinnupolitikk, vælferðarpolitikk, útbúgvingarpolitikk, mentanarpolitikk, náttúru- og umhvørvispolitikk, økismenningar- og samferðslupolitikk, uttanríkispolitikk. Eisini snýr eitt av stevnumiðunum seg um tjóðarbygging.

 

 – Vit skulu aftur til røturnar. Men burtur úr teimum skulu eisini spretta nýggir kvistar og blómur, sigur Høgni Hoydal um drúgva arbeiðið við stevnumiðunum, ið hevur tikið meira enn tvey ár.

 

– Tjóðveldi kann nú vísa á ítøkiligan politikk á at kalla øllum økjum, sigur Høgni Hoydal og vísir til bóklingin.

 

Les dagførdu stevnumiðini hjá Tjóðveldi her

 

Formaðurin í Tjóðveldi sigur seg ongan vanda síggja í, at tær í mongum føri sera ítøkiligu orðingarnar í dagførdu stevnumiðunum kunnu læsa flokkin somikið fastan, at hann fær trupult við at samstarva við aðrar flokkar.

 

– Bóklingurin verður grundarlag undir okkara komandi valstríði og teimum samgongum, sum Tjóðveldi kemur í. Eftir mínum tykki verður tað munandi lættari at samstarva við aðrar flokkar, tá vit hava samtykt okkara egnu mál, sigur Høgni Hoydal og vísir á, at mangan tykist politikkurin og stevnumiðini vera gloymd í skjótum yvirskriftum á Facebook.

 

Við nýggju stevnumiðunum arbeiðir flokkurin fram ímóti ”skipaðari loysing” eftir tjóðfundar-leiðini. Ein tjóðfundur, mannaður við fólkavaldum umboðum, skal gera endaligt uppskot til eina føroyska grundlóg, sum síðani verður løgd út til bindandi fólkaatkvøðu.

 

Høgni Hoydal sigur seg hava góðar vónir um, at arbeiðið við einari føroyskari grundlóg kann fara í gongd eftir komandi løgtingsval.

 

– Hetta er í øllum føri ein spurningur, sum Tjóðveldi fer til val uppá, sigur Høgni Hoydal.

 

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal við at trýsta á pílin undir myndini.