Orsøkin til fráboðanina var, at ein fullur maður royndi at slerppa inn í stýrihúsið.
Flogfarið var farið úr Brisbane í Avstralia og var á veg til Denpasar á Bali, tá flogskiparin sendi út eina sonevnda 7500-fráboðan, sum merkir, at onkur roynir at taka ræðið á flogfarinum.
Fráboðanin fekk indonesisku myndugleikarnar at kunngera, at flogfarið var rænt, og at tað bleiv noytt til at lenda. Myndugleikarnir gjørdu eisini av at lata flogvøllin í Denpasar aftur, so einki annað flogfar slapp at lenda har.
Men Virgin Australia segði seinni, at hendingin var ikki so álvarssom, sum fráboðanin hjá flogskiparanum og framferðin hjá teimum indonesisku myndugleikunum kundu bent á. Felagið sigur, at flogfarið setti seg í øllum góðum, og at indonesiskir trygdarhermenn tóku ímóti tí.
Tann fulli ferðamaðurin varð tikin og situr nú í varðhaldi.