Fullur fótbóltsfjeppari og leysur seyður

Aftur í gjár fekk løgeglan fráboðan um fullan fótbóltsfjeppara, sum lá og svav á vegnum millum Tórsvøll og Svimjihøllina í Gundadali í Havn. Tá løgreglan kom á staðið var viðkomandi tó farin.

 

Og aftur í gjár varð boðað frá seyði, sum var komin inn um garðarnar á Tvøroyri. Tað eru javnan fráboðanir um leysan seyð á Tvøroyri, so har eru garðarnir neyvan í seyðahøgum standi, sum teir eiga.

Í gjár kom tó eisini ein fráboðan um ein veðr á Kirkju í Fugloy, sum var komin inn á ognina hjá øðrum. Har fær eigarin boð um at fáa veðrin inn aftur á sítt egna øki, sigur vaktleiðarin.

Í Eysturoy var løgreglan eisini og setti reyð merki á óskrásett akfør sum standa á alfaravegi. Tað er ólógligt at seta bilar á alfaraveg, sum ikki eru skrásettir. Eigarin fær tí 48 tímar at flyta bilin. Ger hann ikki tað, so fær løgreglan onnur at gera tað fyri eigarans rokning.

Í gjár var løgreglan eisini boðsend eftir fullum fólki í miðbýnum í Havn, sum skuldi hava hjálp at sleppa niðan í Herbergið hjá Frelsunarherinum.

Í Havn varð eisini boðað frá húsaófriði, har eitt par var farið upp at skeldast. Annar parturin búði ikki á staðnum, so tað málið bleiv loyst, sigur vaktleiðarin.