Eitt flogfar hjá SAS, sum skuldi úr Heathrow-floghavnini í London til Gardermoen í
Oslo seinasta sunnudag, var seinkað seks tímar, tí at 2. flogskipari var fullur. Sambært norska blaðnum VG sýtti 1. flogskipari fyri at fara á flog, tí hin var fullur.
Orsøkin til at ferðafólkini máttu bíða heilar seks tímar var, at SAS hevði ongan tøkan flogskipara í London, og tí mátti ein avloysari fara úr Noregi til London.
Reglurnar siga, at promillan hjá einum flogskipara hjá SAS má ikki vera oman fyri 0,2 átta tímar undan fráferð. Flogskiparin, sum ikki helt regluna hendan dagin, hevur fingið sekkin, skrivar VG.