Undirtøkan fyri fólkafundinum í Lítlu Dímun hevur verði ovurhonds stór, og nú er fullteknað
Tað hevur verið rættiligur gravgangur eftir at sleppa á fólkafundin, sum verður í Lítlu Dímun tann 3. mai.
Fyrireikararnir siga nú, at tað er ikki pláss fyri fleiri luttakarum. Øll skulu flytast út og inn við tyrlu, og tí er luttøkan sjálvandi avmarkað.
Fyrireikararnir vóna nú, at veðrið verður til vildar til fólkafundin og øll hini tiltøkini, sum eisini verða í Hvalba henda dagin.