Fulltíðar borgarstjóra á Sandi

Á Sandi búgva 577 fólk, og nú hevur bygdaráðið í fíggjarlógini samtykt, at karmurin skal røkka, soleiðis at kommunan kann hava ein fulltíðar borgarstjóra

Páll á Reynatúgvu er borgarstjóri á Sands kommunu fram til 1. januar. Og sum valúrslitið hevur lagað seg, er rættiliga líkt til, at hann sleppur at halda fram í sessinum. Páll á Reynatúgvu hevur fyrr sitið á løgtingi, men síðani CHE-samgongan fór frá, hevur hann bert havt starvið sum borgarstjóri í Sands kommunu.

Í løtuni er starvið sum borgarstjóri í Sands kommunu hálvtíðarstarv, men tað er møguleiki í fíggjarlógini fyri komandi ár, at hava ein fulltíðar borgarstjóra.

- Tað er samtykt at hava pláss fyri at hava ein fulltíðar borgarstjóra í fíggjarlógini fyri komandi ár. Men enn er onki meira sett út í kortið, við at hava ein fulltíðar borgarstjóra, sigur Páll á Reynatúgvu.

Tað skal samtykkjast tvær ferðir á kommunustýrisfundi, um borgarstjórin skal arbeiða fulla tíð.

- Eftir ætlan verður bert ein kommunustýrisfundur afturat í ár, so tað er ivasamt, hvat meira hendir, sigur Páll á Reynatúgvu, sum í løtuni bert er hálvtíðarborgarstjóri, og tí vinnur 18.491,42 krónur um mánaðin.

Tað, sum fíggjarkarmurin í Sands kommunu fyri 2009 loyvir, er ein upphædd, sum er tað dupulta av núverandi upphædd. Og tað vil í krónum og oyrum siga: 36.982,83 krónur um mánaðin, sambært lønartalvuni hjá tænastumannafelag landsins.

Hetta er tann lønin til borgarstjóra, sum er galdandi fyri kommunur við fleiri enn 500 íbúgvum og færri enn 999.

Í fíggjarkarminum hjá Sands kommunu, er eisini givið pláss fyri einum varaborgarstjóra, ið vinnur ein tíggjundapart av borgarstjóralønini.

Spurningurin er, um hetta er ein tendensur, ið fer at halda fram í minnu kommunum, so hvørt sum fleiri uppgávur verða lætnar út til kommunurnar.