Fullsettur valfundur í Vestmanna

Lívligt orðaskifti tá valfundur var í Vestmanna í gjár.

Vestmenningar møttu mannsterkir upp, tá valfeløgini í Norðstreymi í gjár skipaðu fyri pallborðsfundi í Vestmanna, har umboð fyri allar flokkar luttóku.


Talan gjørdist um eitt lívligt orðaskifti, har tey 160 fólkini settu fleiri spurningar til teirra, ið tey fjúrtan fólkini, ið sótu við pallborðið.


Pallborðsfundurin er tann fyrsta av trimum fundum, ið valfeløgini skipa fyri. Næsti fundurin verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirði mánadagin.