Fullsettur leikvøllur mintist tey deyðu

Sjónband: Mótstøðuliðið gav vanlukkurakta Chapocoense eina vakra seinastu heilsan.

Brasilska liðið Chapecoense náddi ongantíð fram til leikvøllin í kolumbiska býnum Medellín, har teir skuldu spæla fyrru finaluna ímóti Atlético Nacional í Copa Sudamericana. LaMia Airlines-flogfarið, har ferðalagið hjá Chapecoense var í, datt niður stutt áðrenn lending fyrrakvøldið, og 71 av teimum 77 ferðafólkunum umborð lótu lív.


Av teimum deyðu vóru 22 spælarar hjá Chapecoense. Einans tríggir spælarar eru komnir frá vanlukkuni við lívinum. Teir eru vinstri bakkur Alan Ruschel, eykamálverji Jakson Ragnar Follmann og miðverji Neto. Vanligi fyrsti málverji teirra, Danilo, slapp eisini frá flogfallinum við lívinum, men hann doyði í sjúkrabilinum ávegis til sjúkrahúsið.


Eftir ætlan skuldi Estadio Atanasio Girardot hýsa finaluni í gjárkvøldi, men í staðin varð ein minningarløta hildin fyri teimum deyðu í syrgiligu vanlukkuni. Leikvøllurin var fullsettur við upp ímóti 40.000 áskoðarum, har eitt nú borgarstjórin í Medellín, brasilski sendimaðurin í Kolumbia og forsetin í Atlético Nacional hildu røðu.


- Tað ringasta í einum samfelag er líkasæla. Einaferð var býur okkara tann sum nýtti harðskap mest í øllum heiminum, so vit vita hvat líkasæla er. Løtur sum hesar hava vit tørv á at øll standa saman, segði borgarstjórin í Medellín, Federico Gutierrez, áðrenn Atlético Nacional-viðhaldsfólk sungu “minnist øll til, at vit ongantíð fara at gloyma meistararnar Chapecoense”.


Atlético Nacional hevur skotið upp, at Chapecoense verður útnevnt sum meistari, og brasilsk feløg siga seg vera til reiðar at leiga felagnum spælarar ókeypis komandi kappingarár. Varaforsetin í Chapecoense, Ivan Tozzo, sigur, at ætlanin er at fullføra hetta kappingarárið, og síðani at byggja eitt nýtt lið upp til komandi kappingarár, sum byrjar í mei.


Eitt sjónband frá minningarløtuni sæst omanfyri.