Fullsett til ráðstevnu um sálarheilsu hjá ungum

150 fólk vóru til ráðstevnuna á Setrinum í dag, sum snúði seg um sálarheilsuna hjá ungdómi.

- Vit skulu avrika og renna skjótari og skjótari, segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, m.a. í setanarrøðu sínari, skrivar setur.fo.

 

Ráðstevnan seinnapartin í Kongshøll á vestaru bryggju hevði heitið "Hvat bagir?" og setti sjóneykuna á tað, sum kann ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum. Sambært fleiri granskarum er sálarligi trivnaðurin hjá ungum í støðugari afturgongd, hóast ungdómurin í dag søguliga neyvan hevur havt betri fortreytir fyri at støðast í lívinum.

 

Men hvat er tað, sum bagir?, varð so spurt á ráðstevnuni í dag, har Ole Jacob Madsen, sálarfrøðingur, heimspekingur og professari, Hermundur Sigmundsson, sálarfrøðingur og professari, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, og Monika Mohr, kandidatur í heilsufremjan høvdu framløgu.

 

Tað var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum helt setanarrøðuna í Kongshøll, skrivar www.setur.fo, og har er røðan hjá landsstýrismanninum eisini endurgivin.