Vinnudagurin hjá vinnuhúsinum v erður í dag hildin í Norðurlandahúsinum, og stóri salurin er fullsettur av vinnulívsfólki og einstøkum politikarum.
Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, bjóðaði vælkomin, áðrenn Deiric McCann, varastjóri í Profiles International, helt ein fyrilestur um leiðslu karisma.
Síðani var tað Sigvald Rist, stjóri fyri Lofotprodukt, sum helt fyrilestur við heitinum »Ny suksess på gammel tradition«.
Juanna Schrøter Joensen, Ph.D í búskaparfrøði við Handelshögskolan í Stockholm helt síðani fyrilestur við heitinum »Eitt sterkt vinnulív týdningurin fyri samfelagið«, áðrenn kjak við heitinum »Eitt sterkt vinnulív eitt sterkt samfelag« við Ingunn Eiriksdóttir, Johnny í Grótinum og Tummas Justinussen endaði fyrra part av degnum.
Eftir er so kjósanin av ávikavist Ársins Átak 2011 og Ársins Virki 2011.
Leggjast kann aftrat, at dagurin er fult teknaður og at fleiri máttu standa eftir, tí pláss var ikki fyri teimum.










