Fullkomiliga órímuligt

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen, heldur, at kravið hjá Føroya Jarðarráð um ein seyðasmogu undir vegnum til skjótibreytina í Sandvíkum er burtur úr vón og viti.

Fútaboð

Í Sosialinum í gjár kom undan kavi, at Føroya Jarðarráð hevur mist tolið við Tórshavnar kommunu í samband við eina vegagerð til skjótibreytina í Sandvíkum í Havn. Sambært Jarðarráðnum er vegagerðin ólóglig, og tí er fútin boðsendur fyri fyri at steðga arbeiðinum. Formaðurin í Føroya Jarðarráð, Elisabeth Eldevig segði soleiðis um málið í Sosialinum í gjár:
-Vit bóðu Tórshavnar kommunu sjálvboðið steðga arbeiðinum alt fyri eitt, tí viðurskiftini millum okkum og kommununa eru ongantíð komin í rættlag, men arbeiðið helt kortini á. Tá kommunan sýtir fyri at steðga ólógligu vegagerðini, hava vit vent okkum til fútan fyri at steðga arbeiðinum við fútaforboði.
Okkum eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá borgarstjóranum, Jan Christiansen, um málið í gjár, men í dag gekk betur. Vit hava spurt borgarstjóran, hví Tórshavnar kommuna er farið undir at gera vegin, uttan at kommunan lýkur treytirnar hjá Føroya Jarðarráð.
-Eg haldi, at vit lúka treytirnar. Vit hava langt síðan keypt og goldið fyri jørðina, og tá arbeiðið var farið í gongd fáa vit at vita frá Jarðarráðnum, at ein seyðasmoga skal gerast undir vegin. Eg haldi, at kravið frá Føroya Jarðarráð er fullkomiliga órímuligt, tí eftir øllum landsvegnum úr Havn til Kvívikar er ikki ein seyðasmoða, hóast nógvir seyðir eru kring landsvegin, heldur Jan Christiansen.
Hann leggur afturat, at tað kann ikki vera rætt, at ein landsvegur har 1000 bilar koyra dagliga kann klára seg uttan eina seyðasmoðu, meðan ein vegur á 50 metrar, har kanska 20 bilar fara at koyra tvær ferðir um vikuna, skal hava eina smoðu.

Uttan mun um tú heldur tað er órímuligt krav, so er tað kortini ikki rætt, at tit byrja arbeiðið, uttan neyðuga loyvið frá Føroya Jarðarráð?
Eg fái ikki svarað spurninginum, tí eg havi ikki havt so nógv við málið at gjørt, er stutta svarið hjá Jan Christiansen.
Seinni hósdagin skuldu borgarstjórin og tekniska deildin á Tórshavnar býráð umrøða trætuna, sum er íkomin millum høvuðsstaðarkommununa og Føroya Jarðarráð, nærri.