Fullir yvirmenn

Gjáramorgunin vórðu skiparin, stýrimaðurin og maskinmeistarin á norsku ferjuni "Os" tiknir fyri at sigla ávirkaðir av rúsdrekka.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at yvirmenn á "Os" hava siglt fullir. Tann 7. november í fjør var veitsla umborð á ferjuni, og tá valdi reiðaríið at geva fýra av manningini sekkin, eftir at tað varð avdúkað, at teir høvdu tikið í so rívan til av tí váta slagnum.

Gjáramorgunin frætti løgreglan í Austevoll, at nú var aftur veitsla umborð á "Os". Tá løgreglumenninir komu umborð, sóu teir skjótt, at skiparin var ávirkaður, og teir boðaðu tí frá, at teir fóru at koma umborðaftur, áðrenn ferjan skuldi sigla. Hesaferð vísti tað seg, at bæði skiparin, stýrimaðurin og maskinmeistarin vóru ávirkaðir. Blóðroynd varð tikin av teimum, og ferjan fekk forboð fyri at loysa, skrivar Aftenposten.