Fullfermdir ísfiskatrolarar

Í gjár landaðu fýra ísfiskatrolarar í Klaksvík, og allir vóru teir fullir undir lúkurnar. Meginparturin av veiðini var upsi, ein lítil partur var hýsa Upsafiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum, sum royna undir Føroyum, hevur verið góður seinastu dagarnar.

Í gjár landaðu fýra trolarar í Klaksvík, og allir høvdu fingið uppí eftir at hava roynt í umleið eina viku.

Navarin og Borgarin høvdu umleið 400.000 pund. Av veiðini var 20.000 pund hýsa, restin var upsi.

Safir og Smaragd, sum eisini landaðu í Klaksvík í gjár, høvdu umleið 280.000 pund, og hjá teimum var at kalla øll veiðan upsi.

Í dag er eingin landing í Klaksvík, men seinni í hesi vikuni vænta tey ísfiskatrolararnar Fjalshamar og Nónhamar, sum tá hava verið úti í umleið eina viku.

Væntandi er, at Ågot, sum roynir við svartkalvagørnum, eisini kemur inn at landa hósdagin ella fríggjadagin.