Fullfermd Norrøna á rundferð í Norðuratlantshavi

Í morgun fer Norrøna fyri fyrstu ferð á »norðuratlantscruise«, sum tey á Smyril Line kalla tað.

Ferðin byrjaði í Hirtshals leygardagin, og hon endar aftur í sama staði komandi leygardag.

Lagt verður at í Havn mánamorgunin, í Lerwick í Hetlandi mikudagin, aftur í Tórshavn hósdagin og í Kirkwall í Orknoyggjum fríggjadagin. Síðan verður farið aftur til Danmarkar, haðan Norrøna fer í vanliga sigling.

– Vit steðga í Lerwick einar 10 tímar. Tá ið komið er til Havnar mánamorgunin eru 450 cruisegestir við. Teir eru úr Týsklandi, Danmark og Noregi. Av tí, at vit eru í Tórshavn einar 14 tímar, skipa vit fyri útferð í Eysturoy. Men tað ber eisini til at hugna sær í Havn, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari hjá Smyril Line.

Tá ið farið verður avstað aftur úr Havn verða umleið 600 ferðafólk við Norrönu. Av teimum eru 150 føroyingar. Einir 30 av hesum føroyingum hava motorsúkklu við. Bæði í Hetlandi og Orknoyggjum kunnu gestirnir fara í land. Smyril Line skipar fyri túrum við ferðaleiðara í báðum støðum. Og tað ber eisini til bara at spáka í spennandi býunum, Lerwick og Kirkwall, um einum dámar tað betur.

Tá ið komið verður aftur til Føroya hósdagin, verður skipað fyri útferð til Gásadals.

Her er øll ferðaætlanin:

Leygardagin 5. mai kl. 15:00: Fara úr Danmark

Mánadagin 7. mai kl. 5.00: Koma til Føroya

Mánadagin 7. mai kl. 19.00: Fara úr Føroyum

Týsdagin 8. mai kl. 10.00: Koma til Orknoyggjar

Týsdagin 8. mai kl. 20.00: Fara úr Orknoyggjum

Mikudagin 9. mai kl. 7.00: Koma til Hetlands

Mikudagin 9. mai kl. 20.00: Fara úr Hetlandi

Hósdagin 10. mai kl. 11.00: Koma til Føroya

Hósdagin 10. mai kl. 21.00: Fara úr Føroyum

Leygardagin 12. mai kl. 10.00: Koma til Danmarkar

Á Smyril Line siga tey, at tað longu er útselt til ferðina. Men at tey umhugsa av álvara at endurtaka ferðina komandi ár.