Harley Davidson í Føroyum bjóða nú privatfólki og fyritøkum eitt sokallað "Time-Share" tilboð, har til ber at keypa sær brúksrætt til eina nýggja Harley Davidson "Softail Standard", árgang 2004, í t.d. 3 vikur í eitt tíðarskeið yvir 12 mánaðir. Tað vil siga at tú keypir tær brúksrætt yvir motorsúkkluni í 3 vikur, og gert so sjálvur av nær tú ynskir at brúka hana.
Endamálið við hesum tilboði er, at tú sleppur undan eini stórari íløgu í tína dreyma-motorsúkklu.
Við í leiguni er HD-útgerð til tveir persónar, so sum hjálmar, touringjakkar, buksur og handskar, eisini viðlíkagald og trygging er goldið. Prísurin fyri 3 vikur er 15.000 krónur + mvg.
Súkklan er ein væl útgjørd Harley Davidson "Softail Standard" við 1449 ccm innspræningsmotori og tí heilt rætta Harley ljóðinum.
Ove Ritter, frá Harley Davidson í Føroyum, sigur, at hetta skuldi nøkta tørvin hjá teimum flestu, sum koyra motorsúkklu. Tilboðið er galdandi fyri bæði privatpersónar og fyritøkur, ið kunnu brúka súkklurnar sum reklamu ella til presentatión.
Harley Davidson í Føroyum hava eisini fleiri onnur tilboð um leigu av motorsúkklum. Treytirnar fyri at leiga ein Harley er, at persónurin hevur MC-koyrikort, at hann er yvir 20 ár og hevur koyrt motorsúkklu í minsta lagi eitt ár.
Verkstaður og handil hjá Harley Davidson í Føroyum er í J. Broncksgøtu 33 í Havn. Opið er gerandisdagar frá kl. 16.30-18.00, leygardag og sunnudag frá kl. 10.00-13.00. Annars eftir avtalu, telefonnummarið er: 210405. Fleiri upplýsingar eru á heimasíðuni: www.HD.fo
.