Tað sjáldsama málið um tær seks kvinnurnar, sum hava sett sær fyri at fáa greiði á, hvør myrdi Robert McCartney á einum vertshúsi í Belfast tann 30. januar, kom í hæddina, tá kvinnurnar hittu amerikanska forsetan, George W. Bush, í Hvítu Húsunum.
Tað vóru nakrir limir í IRA, sum myrdu Robert McCartney, men hóast umleið 70 fólk sóu tað, sum hendi, hevur løgreglan ikki fingið eitt einasta teirra at siga, hvørjir drápsmenninir vóru. Sambúgvin hjá tí myrda og systrar hansara halda uppá, at vitnini ræðast IRA, og tær fýlast á, at tann politiski vongurin hjá IRA, Sinn Fein, hevur einki gjørt fyri at avdúka teir seku.
Aftan á fundin við amerikanska forsetan segði ein av systrunum, Paula McCartney, at fundurin eydnaðist sera væl, og at tær fingu fullan stuðul frá Bush.
Morðið á vertshúsinum í Belfast hevur fingið nógva umrøðu í Bretlandi, og har fáa tær seks kvinnurnar fullan stuðul. Eygleiðarar siga, at stuðulin frá amerikanska forsetanum kann fáa fáa stóran týdning fyri málið.Amerikanska umsitingin hevur stóra ávirkan á írsk viðurskifti. Harafturat kemur, at umleið 40 milliónir amerikanarar eru av írskum uppruna, og nógvir teirra hava stóra ávirkan á IRA og Sinn Fein.
Tey seinastu árini hevur tað verið siður, at amerikanski forsetin hevur boðið leiðaranum í Sinn Fein inn á gólvið í Hvítu Húsunum St. Patricks day, sum er 17. mars, men í ár var Gery Adams ikki boðin. Senatorurin Robert Kennedy skuldi eftir ætlanini eisini hitta Gerry Adams, men heldur ikki haðani kom nøkur innbjóðing hesaferð. Eygleiðarar halda kortini ikki, at Sinn Fein hevur mist allan sín stuðul í USA, og at fleiri amerikanarar av írskari rætt framvegis halda Gerry Adams vera tann rætta mannin.
Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, hitti Bush í Hvítu Húsunum hósdagin. Hann hitti eisini Gerry Adams, og eygleiðarar siga, at tað kann vera eitt tekin um, at okkurt er í ferð við at henda í teirri norðurírsku friðartilgongdini. Aftan á fundin við Bush søgdu McCartney-kvinnurnar eisini, at tær høvdu fingið at vita frá forsetanum, at hann hevur upplýsingar, sum benda á, at gongd er í friðartilgongdini.










