Gilli R. Sørensen var enn einaferð við AaB frá byrjan, tá AaB í dysti í donsku superliguni vitjaði FC Nordsjælland á leikvøllinum í Farum. Gilli fekk allar 90 minuttirnar á vøllinum.
Tað gekk alt annað enn væl hjá AaB, sum tapti 0-3, aftaná hálvleiksstøðuna 0-1.
Blaðið "Nordjyske" skrivar, at persónlig mistøk hjá AaB-spælarum áttu sín stóra lut í, at AaB tapti við trimum málum í Farum í dag. Longu aftaná 21 minuttir var galið, tá verjan hjá AaB ikki fekk ruddað bóltin burtur, og Nicolai Larsen takkaði fyri, og legði FC Nordsjælland á odda 1-0. Málið til 2-0, sum Bruninho skoraði kom eisini aftaná eitt mistak, har Oliver Abildgaard hjá AaB spældi Bruninho leysan við einari skeivari sending. Hetta hendi tá 59 minuttir vóru leiktir. Tá eitt lítið korter var eftir staðfesti Joshua John sigurin fyri Nordsjælland, tá hann skoraði til endaliga úrslitið 3-0.
AaB er nummar fimm í superliguni við 19 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðini FC Keypmannahavn og FC Midtjylland.
FC Keypmannahavn vann 2-1 á Sønderjyske á útivølli í dag. Brandur H. Olsen sat á beinkinum, men fekk onga spælitíð í dag.