Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, hevur av álvara fingið møguleikan á liðnum hjá AaB higartil í ár. Seinasta vikuskiftið byrjaði hann inni á vinstra bakki, tá AaB í fyrsta dystinum møtti AC Horsens, og aftur í dag var Gilli Rólantsson Sørensen millum teir fyrstu 11 á liðnum hjá AaB, sum á útivølli spældi móti Randers FC.
Tað eydnaðist eisini Gilla Sørensen og AaB at vinna tann annars trupla útidystin í Randers við 1-0 sigri.
Gilli Rólantsson Sørensen spældi allan dystin fyri AaB á vinstra bakki, meðan hin føroyski landsliðsleikarin í Randers FC, Brandur Hendriksson Olsen, sat allan dystin á bonkinum fyri Randers. Hetta skyldast tó nógv av, at Brandur akkurát er komið til felagið, og kortsíðani er byrjaður at venja við nýggju liðfeløgunum.