Full løgreglustyrki kannar nú málið

Okkurt er komið undan kavi í málinum um Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi. Løgreglan kannar framvegis, hví Piddi hvarv næst síðsta leygardag.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum nú klokkan 15, at okkurt er komið undan kavi, men hvat, vil hann ikki siga.

Føroya rættur hevur fingið áheitan um grundlógaravhoyring í dag klokkan 17. Jón Klein Olsen vil við útvarpið ikki siga, um hvat grundlógaravhoyringin snýr seg um.

Hann vil hvørki vátta ella avsanna, um grundlógaravhoyringin hevur samband við Dánjal Petur Hansen.

Jón Klein Olsen váttar yvirfyri útvarpinum, at Dánjal Petur Hansen er ikki funnin.

Hann váttar eisini, at full løgreglustyrki kannar eini ávís hús á Nesi í løtuni. Fólk á Toftum siga við útvarpið, at tey hava sæð sjey til tíggju løgreglufólk við eini hús uttarliga á Nesi.

Sum skilst eru kriminalteknikarar komnir úr Danmark at hjálpa løgregluni í Føroyum við kanningararbeiðnum.

Myndin er av húsunum á Nesi, sum eru umrødd í sambandi við kanningararbeiði í royndini at loysa málið um Dánjal Petur Hansen.

...

Dimmalætting skrivar á síni heimasíðu fyri løtu síðan, at ein maður er handtikin í samband við leitingina, og heimasíðan skrivar eisini - tó at tað ikki eru váttað tíðindi - at Dánjal Petur Hansen er funnin í einari bingju við brennistøðina í Leirvík.

- Løgreglan ger ongar viðmerkingar til málið, men grundlógaravhoyring verður sum nevnt í Føroya Rætti nú klokkan 17, skrivar heimasíðan hjá Dimmalætting.