Full ferð á StÍF

Tað var eingin slingur í valsinum, tá StÍF í dag tók ímóti Team Klaksvík

 

 

Munurin millum KÍF, sum er nummar tvey í føroyskum manshondbólti, og StÍF á triða plássinum er nú bara trý stig.

 

Strandingar tóku í dag móti Team Klaksvík, og har var eingi nsum helst slingur í valdinum. Frá byrjan buldraði heimaliðið avstað, og spenningur var so at siga ongan tíð í dystinum.

 

Besti málskjúttin hjá StÍF í dag var Allan Norðberg, sum skeyt átta mál. Sámal á Tjaldrafløtti skeyt somuleiðis átta mál fyri Team Klaksvík. Tað er annars merkisvert, at meðan tað vóru níggju ymiskir málskjúttar hjá heimaliðnum, so vóru tað bara tríggir á liðnum hjá Team Klaksvík, sum komu á talvuna.

 

StÍF-Team Klaksvík 35-17 (16-6)