Full ferð á øllum kantum

Støðan sum ein av fremstu fótbóltsspælarunum í landinum kann vera trupul at flætta inn í ein gerandisdag, har tíð eisini skal vera til konu, barn, húsabygging og egið virki

Tilvera

Tey flestu kenna Jákup á Borg sum ferðmikla kantspælaran. Líkamikið, hvørt hetta er á fótbóltslandsliðnum ella á meistaraliðnum hjá HB.
Men eisini uttan fyri vøllin er full ferð á. Maðurin, sum í gjár fylti 27 ár, stovnaði fyri góðum ári síðani egið virki. Hann gjørdist fyri góðum trimum árum síðani pápi at Fríða, og saman við familjuni flytur hann um fáar mánaðir í nýggj hús í Viljormsgøtu í Hoyvíkarhaganum. Og tá verður tað sum maður og kona, tí um eina viku stendur brúdleyp á skránni hjá Jákup og Susie.

Ofta er sonurin sovnaður
Soleiðis hevur hann onga orsøk at keða seg. Heldur er tað ein spurningur um at fáa tíðina at røkka, heldur Jákup.
- Tað er eisini tí, at eg vil giftast nú. Eina so fitta og tolna konu finni eg ongastaðni, so tað ræður um at fáa pappírini í lagi, áðrenn aðrir fara at liggja framvið, flennir hann.
- Men tað er rætt, at tað til tíðir kann vera trupult at náa øllum. Nógvir dagar ganga á tann hátt, at eg fari til arbeiðis um morgunin, og har eri eg so, til venjingin stendur á skránni. Tá hon er liðug, er drongurin oftani sovnaður, og tað er kanska tað keðiligasta.
- Hinvegin haldi eg, at vit duga væl at nýta tíðina, sum vit hóast alt hava, væl. Tá fótbóltur ikki er á skránni, royna vit at ferðast eitt sindur, og í gerandisdegnum sum heild eru vit sera væl stuðla av foreldrunum hjá okkum báðum. Og tað ger tað munandi lættari at fáa kabalina at ganga upp.
- Og so visti Susie jú eisini av, hvat eg gjørdi, tá vit komu saman. Tað fer nógv tíð við fótbóltinum, men tað er jú avmarkað, hvussu leingi hetta stendur við. Eg spæli jú ikki á landsliðnum í allar ævir, so hon hevur ongan tíð sett seg ímóti hesum.

Vildi verða egin harri
Strævni gerandisdagurin gjørdist ikki minni, tá Jákup í august mánaði í fjør setti á stovn fyritøkuna Bilrøkt. Ein fyritøka, sum hann fyrsta árið átti einsamallur, men har Geir Wardum nú eisini er annar partur í eigaraskapinum.
- Tað hevur altíð ligið til mín, at eg vildi hava mítt egna. Tað er nakað, sum eg ofta havi droymt um, og eftir at hava hugsað meg væl um, segði eg at enda upp á Føroya Bjór, har eg tá arbeiddi.
- Men eg hevði ikki ánilsi av, hvat eg skuldi gera. Í ein mánað ella so leitaði eg fram upplýsingar um alt møguligt á netinum, og at tað endaði so við hesum.
- Ikki tí. Bilar hava altíð ligið nær í familjuni. Pápi mín fór longu sum 15 ára gamal í læru, og hann hevur altíð putlast við bilar. Eg havi tó ikki hansara evni at skrúva upp á motorar, so tí partinum haldi eg meg langt burturfrá. Men eg sá møguleikan fyri nøkrum heildarloysnum í hesi vinnugrein, og saman við seriøsum samstarvsfeløgum í Danmark var tað fremsta orsøkin til, at júst hetta bleiv mítt starv. Tí tað kundi eins væl verði okkurt heilt annað.
Men gevur tað ikki nakrar fyrimunin at hava egið virkið, tá fótbólturin tekur ein so stóran part av frítíðini – og til tíðir eisini arbeiðstíðini?
- Heldur tvørturímóti. Eg haldi, at áhugin fyri fótbólti er somikið stórur í Føroyum, at flestu arbeiðsgevarar eru sera lagaligir. Eg havi so ongan tíð kent tað sum ein trupulleika tey støð, har eg havi starvast.
- Í so máta er tað kanska verri fyri meg sjálvan í dag, um fótbólturin fer avstað við ov nógvari arbeiðstíð. Og ofta kemur tað eisini fyri, at eg fari til arbeiðis, heldur enn at hvíla. Men tað er klárt, at tað onkra tíðir eru fyrimunir at finna. Eitt nú nýttist mær ikki at spyrja eftir, um eg kundi fáa frí seinasta mánadag…

Familjan er miðdepilin
Júst í hesum døgum, nú giftarmál og húsabygging stendur á skránni, er tíðin kanska eyka strævin hjá Jákupi. Men hann heldur tó ikki, at hetta kennist sum eitt trýst á sær ella øðrum.
- Tað er væl nakað, sum kemur náttúrligt, so hvørt sum tilveran broytist. Tá vit fingu Fríða, var hetta nakað, sum vit vóru samd um. Vit vistu av, at tað skuldu verða vit bæði, og so fert tú at tosa um familju, hús og annað. At hava baklandið í lagi hevur alt at siga hjá mær. Ikki minst, tí eg veit, hvussu svárt tað er, um familjan brádliga ikki er her, sigur Jákup, sum í 2003 var við til at bera elsta bróðurin á sína seinastu ferð.
- Eg meini bara við, at tá tú hevur gjørt av, hvussu framtíðin sær út, so er eitt giftarmál ett náttúrligt framhald. Næsti leygardagur verður sjálvandi ein heilt serlig løta hjá okkum, men tað stoytir altso ikki meg, um onnur velja ikki at giftast. Eg haldi bara, at tá alt hitt er komið í rættlag at kalla, so er tað náttúrligt, at karmarnir verða gjørdir enn fastari og enn tryggari.