Tað er gott fótbóltslag í Fuglafirði, har tey í løtuni kenna seg hava marginalirnar á sínari síðu. Eftir sera tepra heimasigurin á NSÍ, tá sigursmálið varð skorað í síðstu løtu, eydnaðist tað aftur leygardagin at vinna á teimum á Skálafjørðinum.
Hesa ferð var tað 2-0 á útivølli ímóti B68, og aftur hesa ferð vórðu málini skorað fram ímóti dystarenda.
Simon Skibsted er komin úr Danmark at skora mál fyri ÍF, og tað er ikki so undarligt, at hann er væl nøgdur, nú hann hevur skorað í báðum teimum fyrstu dystunum:
– Sjálvandi er tað hugaligt, at tað hevur eydnast so mikið væl. Eg kenni meg væl í Fuglafirði, og eg haldi, at vit eru á rættari kós. Spælistílurin er øðrvísi, enn eg eri vanur við í Danmark. Har er tað meiri tilvitað taktiskt, meðan tað her er meiri við longum sendingum fram til okkum í álopinum. Clayton Soares og eg royna at finna út av tí, og felags faranarevnini fara heilt víst at styrkjast, sum kappingin gongur, segði málskjúttin í kuldanum eftir dystarlok.
ÍF var leikliga omaná í ikki serliga væl spælda 1. hálvleiki. Eyðsýnt var tað í høgra borði, at tað eydnaðist at bróta ígjøgnum, men tað kom einki burturúr, hóast fleiri innlegg tóktust vandamikil.
Eftir steðgin var heimaliðið meiri ágangandi og betri skipað, og tað lá í luftini, at B68 var nærri máli enn gestirnir. Christian Høgni Jacobsen var einsamallur við ÍF málverjanum, men Jákup Mikkelsen vann tvídystin, og løtu seinni var tvørtræið ikki i parti við heimamonnunum, tá ið innskifti Oddur Højgaard stýrdi hornasparksinnleggi á træverkið.
Og so var tað ÍF, sum avgjørdi: Fyrst skoraði Simon Skibsted, eftir at Nenad Saric hevði lagt innfyri úr vinstru, og lítla løtu seinni var tað innskifti Jákup Johansen, sum eftir langa framlegging lyfti bóltin upp um málverjan.
Heimamenninir vóru sjálvandi vónbrotnir. Landskappingin er 180 minuttir gomul. Enn hevur tað ikki eydnast B68 at skora mál, og mótstøðumenninir hava skorað seks ferðir:
– Tað er ikki annað at gera enn at dríva á. Vit eru sera illa plágaðir av skaðum í framrættaða partinum. Tað kunnu vit ikki hugsa so nógv um, nú vit skulu inn til Gøtu. Tað ræður um at hava fokus á næstu avbjóðingini, uttan at hugsa um tað, sum er farið, og tað gera vit!