Mansflogbóltur
Bert ein dystur varð leiktur í meistaradeildini hjá monnum um vikuskiftið. Hesin varð á Kambsdali leygardagin, tá Fleyr kom á vitjan.
Undan dystinum hevði ÍF ikki tapt eitt tað einasta sett, meðan Fleyr hinvegin ikki hevði vunnið nakað, og hesa sannroynd varð ongan tíð nortið við leygardagin.
Fyrsta settið sprellað Fleyr kanska eitt lítið sindur, men tá ÍF so fekk rætta lagið á spælið, gekk tað skjótt fyri seg, og sigurin varð tryggjaður í trimum ruddiligum settum.
ÍF hevur nú leikt eina ferð móti øllum liðunum í deildini, og enn hevur so eingin megnað at skalað teimum. Harðastu mótstøðuna higartil fáa teir kanska komandi vikuskifti, tá teir skulu til Sørvágs. SÍ var skert, tá teir taptu 3-0 á Kambsdali, men hóast teir nú aftur eru fullmannaðir, so má ÍF metast sum favorittur til tann dystin, men hinveign kann SÍ á einum góðum degi skal oddaliðið.










