Full ferð á Amager

Tað gongur framvegis ógvuliga væl hjá FC Amager - í hvussu so er tá ið dystirnir verða avgjørdir á vøllinum. Í gjár vann FC Amager 4-0 í Roskilde. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Tað vóru Roskilde og FC Amager, sum í fjør kappaðust um at vinna 2. deild eystur. Tá var Roskilde omaná, men bæði feløgini fluttu upp. Nú er FC Amager omaná. Tað vístu spælararnir hjá Toda Jónsson væl og virðiliga í gjár.