Mest øsandi hendingin um vikuskiftið var helst, tá sløkkiliðið varð boðsent út á Argir, tí fólk boðaðu frá royki úr einum húsum.
Tað vísti seg kortini, at tala var um eina grýtu, sum stóð og kókaði, og fólkið í húsunum hevði gloymt hana. Hetta elvdi til nógvan royk, men tað var eisini alt.
Annars var tað nokk ferðsluløgreglan, sum hevði mest at gera. Fríggjadagin tók hon tveir fyri at koyra uttan koyrikort, og sama dag gjørdu teir ferðslukanningar í Vágatunlinum. Har vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, og tann, sum koyrdi skjótast, koyrdi við 137 km/tíman. Hann misti koyrikortið á staðnum.
Eisini vórðu trý full fólk tikin upp fríggjakvøldið og koyrd til hús.
Okkurt smávegis herverkið varð eisini framt um vikuskiftið. Um hálvgum fimm tíðina leygarmorgunin tók løgreglan ein 19 ára gamlan mann fyri at sparka á ein bil í Tórsgøtu. Maðurin rann av staðnum, men slapp kortini ikki undan løgregluni, sum handtók hann og skuldsetti hann fyri herverk.
Í einum øðrum føri hevði ein maður gingið á takinum á einum bili. Eingin er enn handtikin fyri tað herverkið, men av politistøðini verður sagt, at teir hava nøkur spor at ganga eftir.
Sunnumorgunin var eitt annað herverk framt, tá onkur hevði tveitt eina fløsku inn gjøgnum eitt vindeyga í miðbýnum, og somuleiðis fekk løgreglan fráboðan frá húsavørðinum í løgtinginum um, at ein rútur var brotin á Gamla Apoteki. Talan var kortini ikki um innbrot.
Hálka Millum Fjarða
Sunnumorgunin vóru tveir mans eisini farnir til hendurs uttan fyri kioskina við Steinatún. Teir verða nú skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar. Og í einum øðrum føri varð løgreglan boðsend til húsaófrið í Havn, men har eydnaðist tað at tosa partarnar til sættis.
Umframt tað var bert talan um trý full fólk, sum løgreglan tók upp sunnumorgunin. Ein varð koyrdur til hús, ein kláraði seg sjálvan, meðan hin triðji svav rúsin av sær á politistøðini.
Eisini runt um landið hevur verið friðarligt, og bara eitt ferðsluóhapp í Suðri varð fráboðað. Talan var um rúsdrekkakoyring.
Eisini inni í Eysturoynni hendi eitt ferðsluóhapp. Hetta hendi beint fyri klokkan hálvgum sjey í morgun, áðrenn løgreglan møtti á politistøðini í Runavík. Tí vóru teir heldur ikki á staðnum.
Ein bilur við teimum monnum var á veg suður til Havnar, tá óhappið hendi, og bilurin fór út av vegnum.
Sjúkrabilur varð boðsendur, og flutti teir báðar menninar, sum vóru í bilinum, á Landssjúkrahúsið. Annar hevði fingið eina skrammu í pannuna, og talan var eisini um pínu í ryggi og lendum. Hin yngri maðurin fekk ongan snudd.
Tað var hálka, sum var orsøkin til óhappið.