Tað var ikki hissini móttøka, Chris Coleman fekk, tá ið hann í gjár kom til venjing hjá Fulham. Ein blaðmaður hjá The Sun tók ímóti honum og segði honum, at bilurin hjá honum varð avlurtaður.
Sambært The Sun var Coleman púra paff, tá ið hann síðani fekk at vita, at tað er kona hansara, sum avlurtar hann.
- Takk fyri at tú gav mær boðini, segði Coleman og gav blaðmanninum ein tummilfingur, áðrenn hann síðani koyrdi inn til venjingarøkið hjá Fulham. Seinni á degnum varð bilurin hjá Coleman koyrdur burtur av einum øðrum manni ? helst fyri at verða kannaður nærri.
Kona Chris Coleman ígjøgnum 14 ár, Belinda Coleman, viðgekk fyri The Sun í gjár, at tað var hon, sum hevði fingið serfrøðingar at seta avlurtingarútgerð í bilin hjá manninum. Sambært The Sun stúrir hon fyri, at maðurin fjasast við aðrar kvinnur.









