Fulham á veg til Føroyar

Ferðaliðið hjá Fulham er áveg til Føroyar og væntandi lenda teir í Vágunum um 17:40 tíðina. Sum skilst, so skulu teir ikki venja á vøllinum á Svangaskarði undan dystinum í annaðkvøld. Martin Jol hevur í kvøld tíðindafund á Hotel Føroyum.

 

Fulham vann fyrra dystin 3-0 og teir verða ikki í Føroyum til returdystin longri enn neyðugt. Teir skulu lenda klokkan 17:40 í Vágunum og síðani verður farið á Hotel Føroyar, har teir skulu búgva. Við í ferðalagnum eru eisini 18 Fulham viðhaldsfólk.

 

Martin Jol fer í kvøld at hava tíðindafund á Hotel Føroyum. Sjálvur dysturin verður í annaðkvøld klokkan 18:45 á Svangaskarði.