Fuglurin flogin til Turkalands

Jørgen Niclasen, sum herheima er undir stórum trýsti í tollmálinum, er farin av landinum at hjálpa sýriskum flóttafólki í Turkalandi

Jørgen Niclasen, sum herheima er undir stórum trýsti í tollmálinum, er farin av landinum at hjálpa sýriskum flóttafólki í Turkalandi.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini er formaður í Fólkaflokkinum, er í morgun farin av landinum.

 

Ørindini eru at hjálpa til í einari flóttafólkalegu í Turkalandi, sum hýsir flóttum úr Sýrialandi. Tað er konservativi felagsskapurin Alliance of European Conservatives and Reformists (AECR), sum skipar fyri hjálpartiltakinum, sum nevnist Projekt Maja.

 

Klokkan 23:52 í gjárkvøldi sendi Jørgen Niclasen út tíðindaskriv, har hann gav til kennar sína ónøgd við handfaringina hjá miðlunum í sonevnda tollmálinum, har familjufyritøkan N. Niclasen í Sørvági er løgd undir at hava snýtt við tolli.

 

Í tíðindaskrivinum sigur Jørgen Niclasen seg einki skeivt hava gjørt, og at hann hevur biðið ein advokat kanna málið við atliti til at taka neyðug stig í málinum.

 

Síðani hevur Jørgen Niclasen ikki verið at fáa fatur í.

 

Landstýrismaðurin er ikki á kontórinum í Fíggjarmálaráðnum. Hann er sum nevnt farin í ørindum fyri Fólkaflokkin til Turkalands, har hann saman við øðrum konservativum politikarum skal hjálpa til í eini flóttafólkalegu.

 

Herheima eftirlýsa løgtingslimir, bæði úr andstøðu og samgongu, eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um tollmálið.