“Mær dámar ómetaliga væl nýggju farstøðina og haldi tað er sera týdningarmikið, at fyrsta møti, fólk fáa við Føroyar er jaligt. Hendan farstøðin tryggjar ferðafólkum eitt gott fyrsta møti við Føroyar,” sigur Tróndur Patursson um nýggju farstøðina á Vága floghavn.
Les eisini Hetta er mítt lívsverk
Tróndur Patursson hevur sniðgivið 30 fuglar, ið prýða nýggju farstøðina á Vága floghavn. “Hugskotið til fuglarnar kom fyri 15 árum síðani, tá eg gjørdi nakrar líknandi fuglar í Kastrup. Tað er jú eitt tætt samband millum flúgvaran og fuglin, og tað var jú við íblástri frá fuglinum at Leonardo da Vinci teknaði bæði flogfør og tyrlu fyri skjótt 600 árum síðani,” sigur Tróndur Patursson.
Les eisini Ein góð kensla, siga arkitektarnir
“Fuglurin hevur ein kosmiskan týdning. Hann umboðar frælsi. Hjá føroyingum hevur verið eitt sindur torført at koma av landinum, og vit hava altíð verið bundin av sjóvegis sambandi, men ofta man føroyingurin hava hugt upp í loft, at fuglinum, og hugsað “Á, um eg bert hevði veingir og verið frælsur sum fuglurin,” sigur Tróndur Patursson.
Les eisini Vit gleða okkum at fylla nýggju karmarnar
“Fuglarnir á farstøðini føra á ein hátt náttúruna inn í bygningin, teir knýta á ein hátt náttúruna og bygningin saman.” Nakrir av fuglunum hanga úr loftinum, aðrir eru límaðir á stóru rútirnar. 30 fuglar eru í farstøðini, teir størstu hava eitt veingjaspenni upp á tveir og ein hálvan metur. Teir eru gjørdir úr 10mm glasi og eru brendir í trý døgn í ovninum, við 700 hitastig. “Hetta er eitt sera tíðarkrevjandi arbeiði og onkrir av fuglunum mugu tvær ferðir í ovnin, so teir brenna í seks dagar,” sigur hann.
Fuglarnir eru ein partur av eini framsýning, ið Tróndur Patursson hevði í New York í fjør. Har vóru 100 fuglar sýndir fram og nú hanga 30 teirra í nýggju farstøðini. Ætlanin er, at framsýningin skal ferðast víðari til Hørpuna í Reykjavík og vísast fram sum partur av mentanarnáttini har seinni í summar. Hesir 30 fuglarnir vera tó verandi í Vágunum. Í løtuni evnar hann nýggjar fuglar til framsýningina í Reykjavík. Onkrar avbjóðingar hava stungið seg upp við framsýningini í Reykjavík, men Tróndur Patursson vónar, at teir verða loystir sum skjótast.