Frá ferðafólki umborð skilst, at onkur hvakk eitt sindur við, tá tað var sjónligt, at ein av motorunum ikki skikkaði sær heilt, sum hesir vanliga gera.
- Málið varð alt fyri eitt kannað, og líkt er til, at ein fuglur er komin inn í motorin, tá flogfarið er farið úr Kastrup. Tað er slíkt, sum tíverri kann henda, men fyri at vera heilt vísir, kanna vit sjálvandi málið til botns, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
- Tað vildi so væl til í óhappinum, at vit høvdu bæði flogfar og teknisk starvsfólk á vøllinum í Noreg, so seinkingin hjá teimum ferðandi varð tíbetur sum minst av hesum, sigur Magni Arge.