Ídnaður
Ein sektión, sum er 6,60 metrar, verður sett upp í skipið, sum við leingjanini verður stívliga 34 metrar langt.
Breiddin á Fugltúgvuni er 7,50 metrar.
Skipið fær eisini nýggjar slengrikjølar, sum er dupultir, heilir í niðara parti og við holum í ovara parti.
Roynast væl
Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at hetta slagið av slengrikjølum hevur víst seg at roynast sera væl.
- Eg eri ikki heilt greiður yvir, hvaðani henda skipanin stavar. Men hetta er gomul vitan, sum vit fyrstu ferð sóu í Føroyum fyri eini 10 árum síðan. Á Tórshavnar Skipasmiðju hava vit bygt hesar kjølar í eini 5-6 ár, sigur hann.
Betri stabilitet
Aftrat leingjanini og nýggju slengrikjølunum, fær Fugltúgvan eisini nýggjan stabiliseringstanga ella rullidoyvitanga, sum tað verður rópt á føroyskum. Hesin verður bygdur oman á dekkinum frammanvert brúnna.
Fugltúgvan verður eisini málað umframt at onnur smáarbeiði verða gjørd umborð, meðan skipið stendur á Tórshavnar Skipasmiðju.
3 mió krónur
Gunnar Mohr sigur, at leingjanini, slengrikjølar, stabiliseringstangi og tað, sum annars verður gjørt við skipið, nú tað stendur á bedingini, fer at taka fimm vikur tilsamans.
Kostnaðurin fer at liggja um 3 mió krónur.
Tað eru klaksvíkingar, ið eiga felagið P/F Torvanes, sum eigur Fugltúgvuna.
Skipið, sum í fleiri ár var heimahoyrandi á Eiði, er bygt í Strandby í Danmark í 1988.