Fugloy og Svínoy

Anfinn Laksáfoss

 

Ætla vit at varðveita okkara bygdamentan, so má okkurt henda skjótt. Tað hjálpir ikki at tosa um nakra bygdamenning, um ikki okkara útoyggjar fáa betri samferðsluviðurskifti. Tað ber ikki til at fáa nakran at fara út á eina útoyggj at byrja virksemi við tí sambandi, sum tær flestu útoyggjarnar hava í dag. Politikkarar úr øllum flokkum hava lovað til hvørt løgtingsval tey seinastu tíggju-fimtan árini, at eitt av teirra hjartamálum er at arbeiða fyri útoyggjunum??? Mongum brestir ætlan... Men ikki kann sigast, at útoyggjafólk hava sæð nakað til hjartasorg í teimum hjartamálum, sum lovaði vóru teimun.

At politikkarnir koma út á bygdirnar beint upp undir eitt løgtingsval og lova teimun gull og grønar skógir er bert at koyra salt í sárið á teimun fólkum, sum enn trúgva uppá, at tað ber til.

Eg havi t.d. spurt í innlendis- og vinnumálaráðnum, hvussu langt teir eru komnir við samferðsluviðurskiftunum út á Fugloynna og Svínoynna, og hvørjar ætlanir eru fyri oyggjanar báðar. Svarið var, at ongar ítøkiligar ætlanir enn eru komnar á borðið, um hvussu tað skal skal gerast.

Kalsoyggin er ein fyrimynd fyri, hvussu nógv tað hevur at siga, at sambandið er í lagi. Ein tunnil millum Svínoynna og Fugloynna hevði kostað minni enn tunnlarnir, ið bindað bygdirnar á Kalsoynni saman, um teir skuldi verið gjørdir í dag. Ein ferjulega yviri í Havn hevði eisini loyst sama trupulleikan við sambandinum til báðar oyggjarnar, sum ferjulegan á Syðradali loysti, tá kalsoyingar fingu eina bilferju ístaðin fyri Barskor. Kalsoyggin er í so máta bjargað, tá tað kemur til fólkafráflyting, men ikki ganga nógv ár, áðrenn Fugloyggin og Svínoyggin bert hava toftir av húsum og spor eftir fólki, sum einaferð hava búleikast á plássinum báðum, um ikki okkurt verður gjørt nú. Hetta er ikki nakað, sum kann bíða longur eftir einari raðfesting, tað má okkurt vera gjørt nú, um fólk og vinna skal trívast á oyggjunum báðum. Svínoyggin hevur stórt upplendi, har nógvar vinnir kundu havt teirra virksemi á. Eisini við øllum grótinum úr einum tunli til eitt grótkast, kundi Svínoyarbygd verið ein tann best plaseraða útróðrarbygdin í Føroyum.

Til síðst ein áheitan til fugloyingar og svínoyingar um at leggja alt tað sum okkara politikkarar her norði hava lovað og síðani virka fyri til trivna at búleikast á Fugloynni og Svínoynni saman. Um lyftini til fugloyingar og svínoyingar skuldu verið løgd saman, høvdu tey óiva verið reyð í botnlinjuni.