Fótbóltslagið í Fuglafirði fekk aftur í dag eitt kvink rætta vegin.
ÍF var í Trongisvági, og fuglfirðingar eru komnir til hús aftur við trimum stigum.
Úrslitið var, at ÍF vann 2-0 ímóti TB, sum undan dagsins dysti hevði vunnið báðu ferðirnar – 2-0 á heimavølli ímóti B36 og 2-0 á útivølli ímóti Undrið FF.
Dánjal á Lakjuni setti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin. Tað var við góðum stútara mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu eftir framlegging úr vinstru.
Sum dysturin leið, legði TB meiri fyri í roynd at vinna úrtøku, og tað miseydnaðist. Klokkan var farin út um vanligu leiktíðina, tá ið ÍF í skjótálopi staðfesti 2-0 sigurin. 18 ára gamli Aron Kensson, sum lítla løtu frammanundan var komin á vøllin, vann á miðstrikuni bóltin frá aftasta manni hjá TB. Aron spurtaði ímóti TB málinum, og tá Anders Nagel kom út úr málinum, spældi Aron upp á tvørs til 17 ára gamla Rúnar Johnsson, sum takkaði fyri og setti bóltin í tóma málið. Rúnar varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og hetta var annað málið hjá honum í ár. Tað fyrra skoraði hann, tá ið ÍF í fyrsta umfari vann 5-0 á útivølli ímóti NSÍ.
ÍF er einasta liðið, sum hevur fulla úrtøku – 9 stig. Sunnudagin 3. apríl fær ÍF vitjan av Undrið FF.
Tapið í dag var tað fyrsta hjá TB í ár. TB hevur 6 stig og skal leygardagin 2. apríl spæla á útivølli ímóti NSÍ.










