Fuglfirðingar vóru vónbrotnir

ÍF gjørdi væl og virðiliga sítt á heimavøllinum, har gullvinnararnir ikki megnaðu at sannføra, at teir hoyra heima í bestu deildini

2. DEILD
ÍF?FS VÁGAR

Líkindini vóru fín, og hýrurin á áskoðarunum var góður í Fuglafirði. FSV, sum tey í Vágum kalla felagsliðið, hevði fitt av heimafylgi við sær. Tey vildu vera eygnavitni til átjanda landskappingardystin í 2. deild á hesum sinni og til, at sjónligu prógvini fyri uppflytingina ? steypið og gullkrónurnar ? vórðu handað.
Avrikið hjá FSV í Fuglafirði var ikki gott. Hugburðurin var rættuliga hálvhjartaður, og longu í 8. minutti tóktist uppleggið at fara í fisk. Fullkomuliga høvuðleyst átók Bjarni Prior sær uppgávuna at sekta frísparksmistak hjá mótstøðumanni, og so var einki annað at gera hjá Niklasi á Líðarenda enn at vísa honum reyða kortið.
ÍF var yvirmannað í ein stóran hálvan tíma. So fekk Høgni á Lakjuni hjá ÌF reyða kortið. Støðan sá ikki serliga ógvuslig út. Høgni elti langa sending inn um miðverjuna hjá FSV. Verjumaðurin hevði armin uppi, ælbogin kom í bringuna á IF spælaranum, sum var eitt sindur harmur og legði armin um hálsin á mótstøðumanninum, tá teir vóru á veg aftur úr brotsteiginum.
Tað eigur ein fótbóltsspælari ikki at gera. Men dómurin luktaði ikki frítt av kompensatión.
Í 2. hálvleiki var ÍF greitt omaná, tá liðini spældu tíggju ímóti tíggju. Hanus Eliasen og Høgni Zachariasen vóru fínir á miðvøllinum. Teir megnaðu at varðveita bóltin, tá tað var neyðugt, teir dugdu at senda í borðini, og teir vunnu flestu longu og høgu sendingarnar, sum komu fram á vøllin.
Tað vóru fleiri ábendingar um, at ÍF fór at fáa mál, og at enda eydnaðist tað. Høgni Zachariasen og Hanus Eliasen stóðu fyri uppspælinum, og brádliga varð Rúni Petersen púra leysur innanfyri FSV miðverjuna og mitt fyri. Málverjin kendi seg noyddan at leypa út, og Rúni lobbaði sera hegnisliga og í besta Preben Elkjær stíli upp um málverjan og í málið.
Sum 2. hálvleikur leið datt ÍF alt longri aftur. FSV flutti fólkið fram, og onkra ferðina var tætt við. Besta møguleikan fingu teir, tá miðverjin Jákup Joensen, sum var sera álopshugaður, streyk ígjøgnum í høgru og sendi flatt til nærra stólpa. har kom John Johansen akandi, men bólturin fór dygst uttanfyri handara stólpan.

Vitstu einki
Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað greitt, at FSV hevði vunnið gull, og at teir skuldu flyta upp í bestu deildina.
Stóri spurningurin var, hvussu tað hevði hilnast hjá ÍF, sum í stríðnum um næsrtfremsta plássið undan dystinum var aftanfyri B71.
Á beinkinum vóru teir alla tíðina greiðir yvir, at B71 var frammanfyri á Sandi ímóti VB.
So var spurningurin, um ÍF skuldi fáa bronsumerkini ella ikki. Teir fingu bronsuna, tí B36 ikki megnaði at vinna á heimavølli. Men tað tóktist ikki sum um at ÍF spælararnir frøddust serliga nógv um bronsumerkini. Teir vildu heldur havt fingið loyvi at spæla um eitt pláss í 1. deild!
FSF formaðurin, Dánial Andreasen, handaði steypið. Hann vónaði, at tað fór at gangast FSV so mikið væl, at teir ikki aftur nógvu tey fyrstu árini fóru at hava møguleika fyri at finna steypið í 2. deild!

Dysturin í tølum
ÍF-FSV 1-0 (0-0)
1-0: Rúni Petersen