Fuglafjørður
Í Fuglafjarðar kommunu, sum umframt Fuglafjørð eisini fevnir um Kambsdal og Hellurnar, búgva umleið 1550 fólk, harav sløk 200 búgva á Kambsdali og út við 30 á Hellunum.
Borgarstjóri í Fuglafirði er Sigurd Simonsen, og hann heldur, at tað hevur riggað væl við, at Hellurnar eru við í Fuglafjarðar kommunu, tó at Oyndarfjørður, sum er grannabygdin, í sínari tíð gjørdi av at velja Runavíkar kommunu fram um Fuglafjarðar kommunu.
- Tað er bara so spell, at smærru bygdirnar skulu minka, soleiðis sum tær gera. Her eru Hellurnar einki undantak.
Hann vísir á, at Fuglafjarðar kommuna hevur gørt ymiskt á Hellunum, sum kundi verið við til at hildið bygdini og fólkinum búgvandi, men tað vísir seg, at sum tíðin gongur, máar burtur av fólkatalinum.
- Hellurnar hava soleiðis fingið sparkivøll, sum fólk í bygdini eru ógvuliga glað fyri. Vi hava arbeitt upp á kloakkskipanina, og nú eru vit í holt við at seta upp eina reinsiskipan til drekkivatnið.
Kambsdalur mennist
Borgarstjórin sigur, at Kambsdalur er eitt sera áhugavert øki í Fuglafjarðar kommunu.
- Her liggur ein dalur, sum hevur at kalla allar fasilitetir – ídnaðarøki, bústaðarøki, skúla, ítróttarhøll, frítíðarskúla, og nú verður nýggjur barnagarður bygdur ovast í bygdini.
Aðrir møguleikar, sum Kambsdalur hevur at bjóða, er eitt nú sonevnda kommunufjósið, sum Alv keypti frá kommununi.
- Tey hava bygt aftrat fjósinum, og her verður skjótt latið upp fyri verkstaði fyri fólk við niðursettum førleika. Mær er sagt, at her koma eini 25 fólk at arbeiða, og eg havi eisini skilt, at ætlanin nú er so nær, at søkt er eftir leiðara til virksemið hjá Alv á Kambsdali, ið ætlandi skal byrja til heystar.
Sigurd vísir á, at á Kambsdali er eisini grivið út fyri nýggjum virkisbygningi, sum áhugaverda el-fyritøkan JT electric skal byggja.
Á Kambsdali er eisini sparkivøllur.
Eitt sera áhugaverd verkætlan, sum er komin undan kavi á Kambsdali, er smápartafelagið Rhesa, sum arbeiðir við einum spennandi orkugranskingardepli, ið Fuglafjarðar kommuna og aðrir – bæði føroyingar og útlendingar – hava stuðlað.
- Tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, sigur Sigurd.
Bílig grundstyki
- Umhvørvið á Kambsdali er hugnaligt, og eg haldi ikki, eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at øllum dámar væl at búgva har, leggur borgarstjórin aftrat.
Fyrstu sethúsini vórðu bygd á Kambsdali í 1083/1984, og í dag búgva sløk 200 fólk í Dalinum.
Borgarstjórin vísir á, at grundstykkini á Kambsdali vórðu í sínari tíð seld nakað bíligari enn í Fuglafirði, men hann leggur dent á, at grundstykkini á Kambsdali framvegis eru bílig.
- Í mun til dýrtíðina annars, er prísurin fyri grundstykkir á Kambsdali lítið og einki broyttur, síðan fólk byraðu at byggja har. Keypir tú grundstykki, sum ikki er byggibúgvið, liggur prísurin um einar 50.000 krónur, og tá eru íbindingargjøld í almennu skipanina íroknaði.
Hann sigur, at Fuglafjarðar kommuna hevur lagt út átta grundstykki, sum verða gjørd byggibúgvin, og hesi verða seld fyri einar 120.000-130.000 krónur, og tá er longu klárt at seta fyrsta formin á. Hesi fyrstu átta grundstykkini í hesi útstykking eru øll seld, og vit eru farin í holt við næstu ”sektión”, sum hann tekur til. Tey næstu stykkini liggja beint við síðuna av teimum fyrstu átta.
Byggja í Fuglafirði
Men tað er ikki bara á Kambsdali, at bygt verður.
- Vit eru í ferð við at leggja seinastu hond á eina útstykking í Stóragerði, har eg meini, at øll grundstykkini – eini 8-10 í tali - longu eru umbiðin. Hesi kosta umleið tað sama, sum tey byggikláru stykkini á Kambsdali, leggur hann aftrat.
Orsøkin til, at eisini hesi grundstykkini kunnu seljast so bíliga er, at tey hoyra undir gomlu útstykkingina, sum varð gjørd, áðrenn prísirnir hækkaðu.
Sigurd sigur, at byggiøkir framvegis eisini eru í bygdini í Fuglafirði.
- Vit hava keypt lendið á eystara landinum – frá húsunum hjá Frits Johannesen og suður til Kirkjugjógv, og her verður pláss fyri eini 25 sethúsum.
Hann sigur, at kommunan kortini ikki fer í holt við hesa útstykking, fyrr enn aðrar útstykkingar, sum kommunan er í holt við, eru lidnar.
Pelagiskt virki
Borgarstjórin harmast um gongdina hjá pelagisku vinnuni, sum hevur rakt virkið Havsbrún ógvuliga meint við ógvusliga minkandi rávørunøgdum.
- Vit hava tí stungið høvdini saman í kommununi og eru farnir at tosað um møguleikarnar at byggja okkum eitt góðskingarvirki til pelagisk fiskasløg í Fuglafirði.
Sigurd Simonsen sigur, at tað líka sum er kommunan, ið hevur birt uppundir ein dialog við vinnuna um, hvørji ráð eru til at taka.
- Høvdu vit eitt pelagiskt virki í Fuglafirði, sum virkaði hesi fiskasløg til matna, hevði Havsbrún samstundis kunna keypt slógv og annað, sum fall frá hesum virki, samstundis sum pelagisku skipini, sum landaðu til eitt slíkt virki, høvdu komið okkum nærri.
... Borgarstjórin sigur, at kommunan fer ikki upp í nakað vinnulív við pengum, men vil fegin verða við – eins og í so mongum øðrum verkætlanum – at skapa teir góðu karmarnar.
Merkja avleiðingar
- Tað er ikki bara Havsbrún, sum kennur sviðan av minkandi ráfiskanøgdunum, men so sanniliga eisini avleidda vinnan, sum hongur upp í tí virksemi, sum var.
Hann vísir á, at Havsbrún síni bestu ár keypti meira enn 300.000 tons av pelagiskum fiski til sína framleiðslu, men í ár er væntandi, at samlaða ráfiskanøgdin fer at liggja niðanfyri tey 70.000 tonsini.
- Tað er greitt, at hetta merkist – ikki bara hjá Havsbrún, men í økinum hjá okkum í síni heild, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri.