Fagnaðurin í sambandi við uppflytingar veruleikan hevur ikki lagt seg í Fuglafirði, men ábyrgdarpersónarnir eru longu farnir at hugsa um, hvussu nýggja støðan skal taklast og harvið um, hvussu ÍF skal megna at standa seg í bestu deildini.
? Hetta er rættuliga spennandi, og vit halda okkum hava fleiri góðar orsøkir at rokna við, at tað skal ganga, sigur ungi ÍF formaðurin, Rúni Petersen, tá ið vit ynskja honum og felagnum tillukku við uppflytingini.
Hvørjar eru orsøkirnar til, at tað skal ganga betri hesa ferð, enn tað gekk fyri fýra árum síðani?
? Íblásturin í felagnum og á besta liðnum er heilt øðrvísi nú. Tað ikki bara kennist sum um, at hugburðurin er broyttur. Tað sást aftur á avrikunum og úrslitunum.
Hvør er orsøkin til tað?
? Tað riggar væl fyrisitingarliga nú, felagið er hampuliga væl fyri fíggjarliga, og samanspælið millum nevndir, venjarar og spælararnar hevur verið gott.
Heldur Sigfríður Clementsen fram sum venjari?
? Vit hava ikki skrivað sáttmála við hann, men vit eru áhugaðir í, at hann heldur fram, og Sigfríður sjálvur er eisini áhugaður. Vit hava verið fegnir um tað arbeiðið, sum hann hevur lagt í at ala tað sunna og framrættaða og at lúka burtur tað, sum ikki ber rætta vegin. Tað er eisini hugaligt at hava ein venjara, sum í álvara og miðvíst byggir frá botninum av, fær úrslit og trýr upp á, at tað kann gerast uppaftur betur eitt nú við at leggja størri dent á talent menningina. So vit vóna ein av fyrstu døgunum at gera nýggja avtalu við Sigfríð Clementsen.
Vit skilja á góðum keldum í Fuglafirði, at ætlanin er hjá fleiri at leggja stórt arbeiði í at fáa ÍF heilt upp í 1. deild soleiðis at skilja, at tað ikki bara skal verða ein spurningur um at sleppa undan aftasta plássinum.
? Vit hava eins góðar og kanska betri umstøður enn fleiri onnur feløg. Kommunan hevur rindað fyri nýggjan og fínan vøll, og tá ið tað sást aftur, at stórur álvari verður lagdur í miðvíst arbeiði, so er tað hugaligt at síggja, hvussu vinnulívið stuðlar, heldur ÍF formaðurin.
Í fótbóltspráti hava fuglfirðingar ofta harmast um, at tað skal hava gingið so illa hjá teimum at vera við í stóru kappingini í oynni, samstundis sum teir hava víst á, at tað eru so nógvir góðir fótbóltsspælarar úr Fuglafirði í øðrum 1. deildar feløgum. Her verður eitt nú hugsað um Áslak R. Petersen, Høgna Madsen, Bárð á Lakjuni og Bartal Eliasen í GÍ, Magna á Lakjuni í EB/Streymi og Símun Eliasen í HB. Onkrir av hesum eru bundnir at sáttmálum næsta ár og kanska fleiri árum enn so, men í Fuglafirði vóna teir, at tað fer at bera til at fáa spælarar afturat teimum, sum hava verið við til at flyta upp.
? Tað verður neyðugt at fáa styrk. Men vit fara ikki til Eystureuropa at brenna okkum eina ferð afturat, og vit fara ongantíð aftur at gjalda yvir evni fyri at fáa fótbóltsspælarar til okkara felag. ÍF er eitt áhugafelag, og tað skal vera góður og hugaligur felagsskapur, sum fyrst og fremst skal draga fólk henda vegin. Men sjálvandi eru vit greiðir yvir, at tað er neyðugt við pengum og størri upphæddum enn teimum, sum vit higartil hava arbeitt við, sigur Rúni Petersen, formaður í ÍF.
Ítróttarsosialurin ynskir ÍF hjartaliga tillukku við uppflytingini.