Fuglfirðingar tevja gull

ÍF vann tryggan sigur í gullbrakinum ímóti Mjølni í meistaradeildini hjá monnum sunnudagin. Við sigrinum eru teir nú sera tætt við meistaraheitið

Lagt var upp til eitt ordans brak í oddinum í føroyskum mansflogbólti, tá ið ÍF og Mjølnir møttust á Kambsdali. Undan dystinum lá ÍF nummar eitt í bestu mansdeildini, men munurin niður til Mjølnir var bert tað eina stigið.
Júst hesi bæði liðini hava ligið og kappast í oddinum í føroyskum mansflogbólti í alt ár, og tí var bíða við spenningi til dystin, sum var á Kambsdali sunnudagin. Vann ÍF dystin, so kundu teir næstan tryggja sær meistaraheitið, tí undan hesum dystinum høvdu teir bert tapt ein dyst í hesum kappingarárinum, og hann var júst ímóti Mjølni. Tí var sera umráðandi hjá Mjølni at tryggja sær sigurin, soleiðis at ÍF ikki skuldi sleppa frá teimum í oddinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ÍF setti seg á dystin
Í fyrsta setti var tað heimaliðið úr Fuglafirði, sum fekk betru byrjanina. ÍF legði nevniliga væl fyri, og serliga í servunum løgdu teir stórt trýst á Mjølnir. Eftir eini løtu hevði ÍF vunnið seg nøkur stig fram um, og nú sá gott út hjá teimum. Sum settið leið gjørdist munurin enn størri, og seint í settinum megnaðu teir at leggja seg fram um 22-16. Móti endanum kom Mjølnir eitt sindur betri við. Teir minkaðu støðugt um munin, men sigurin hjá fuglfirðingum var sum so ongantíð í vanda. ÍF vann fyrsta settið 25-22, og sostatt høvdu teir fingið eina góða byrjan uppá gullbrakið.
Í øðrum setti var gongdin á leið tann sama, sum í fyrsta setti. ÍF legði betur fyri, og ikki gekk long tíð, fyrrenn teir høvdu vunnið seg fram um Mjølnir. Við servunum løgdu teir aftur í hesum settinum stórt trýst á klaksvíkingarnar, men kanska serliga blokkurin vísti seg at geva Mjølni stórar trupulleikar. Ferð aftaná ferð blokkaðu fulgfirðingarnir fyri smashum hjá Mjølni, og so gjørdst tað trupult hjá teimum.
Út á annað sett megnaði ÍF at økja eitt sindur um munin, og móti endanum gjørdist greitt, at her fór ÍF at vinna enn einaferð. Úrslitið av hesum settinum gjørdist 25-21 til ÍF, sum nú hevði lagt seg á odda 2-0 í toppdystinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ÍF á meistarakós
Nú var bara eitt at gera hjá klaksvíkingum. Seinastu trý settini skuldu vinnast, um teir ætlaðu sær framhaldandi at spæla við í gullstríðnum. Men so bleiv ikki.
ÍF legði aftur bragdliga fyri í triðja setti. Tað sást týðiliga, at teir ikki vildu geva Mjølni nakran sum helst møguleika at koma innaftur í dystin, tí longu frá fyrsta bólti settu teir seg á hetta settið. Munurin á liðunum gjørdist eisini nøkur stig mitt í settinum, og móti endanum hevði ÍF vunnið sær eina hampiliga leiðslu, men so byrjaðu leikararnir hjá Mjølni at síggja veruleikan í eyguni. Teir byrjaðu at kempa um hvønn bólt, fyri at fáa leiðsluna hjá ÍF, men teir gjørdust ov stuttit í teirra síðstu roynd. ÍF vann eisini triðja sett 25-23, og við hesum hevði ÍF vunnið ein rættiliga sannførandi 3-0 sigur í toppdystinum ímóti Mjølni.
Við sigrinum hevur ÍF nú lagt Mjølnir trý stig aftur um seg, og tá hugsað verður um, at Íf hevur vunnið allar sínar dystir, uttan tann eina ímóti Mjølni, so er nógv sum bendir á, at ÍF er væl í gongd við at tryggja sær meistaraheitið. Enn hevur Mjølnir tó ein møguleika, men nógv skal ganga gali hjá fuglfirðingunum, um teir ikki skulu vinna FM í ár.