Í áratíggju hevur varmakeldustevnan verið hildin í Fuglafirði, men nú er líkt til, at fuglfirðingar hava fingið nýggja stevnu – ella eru blivnir partur av eini aðrari stevnu. Sambært heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum verður í øllum førum Eystanstevna hildin í Fuglafirði 6. juli.